Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.04.2025 13:57

EM byrjar í Klaksvík

Sunnudagin 4. mai klokkan 15:00 verður EM 2025 fyri U17 landslið við gentum skotið í gongd á Djúpumýru í Klaksvík - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Sunnudagin klokkan 15:00 verður føroysk fótbóltssøga skrivað, tá EM endaspælið fyri U17 landslið við gentum verður sparkað í gongd á Djúpumýru í Klaksvík.

Niðurteljingin til eina av størstu ítróttarkappingum í Føroyum nakrantíð er av álvara byrjað. Næstu vikurnar verður Fótbóltssamband Føroya nevniliga vertur fyri EM endaspælinum fyri U17 landslið við gentum.

Umframt Føroyar, verða Spania, sum eru verandi evropameistarar, Frankaríki, Italia, Eysturríki, Noreg, Pólland og Holland eisini við í kappingini.

Dystirnir verða spældir á Djúpumýru í Klaksvík og á Tórsvølli. Eysturríki og Holland leggja fyri sunnudagin 4. mai klokkan 15:00. Seinni á degnum, klokkan 18:00, spæla Føroyar og Noreg á Tórsvølli.

Í sambandi við dystirnir í Klaksvík verður skipað fyri upphitingartiltøkum 4., 7. og 14. mai, allar dagarnar klokkan 13:00 til 14:30. Rani Nolsøe spælir nøkur løg, ungdómsleikarar hjá KÍ luttaka, umframt at hoppiborg og ymisk spøl vera á skránni, og okkurt lætt ábit verður eisini at fáa.

At talan er um eina stóra og umfatandi fótbóltskapping – ja, allarhelst tann størsta higartil – sæst aftur á øllum brøgdum.

Væntandi koma áleið 400 fólk, ið hava beinleiðis tilknýti til kappingini, til Føroya hesar dagarnar, og afturat teimum kann hugsast, at nakað av viðhaldsfólkum eisini leitar sær hendan vegin at hyggja eftir fótbólti.

Atgongumerki til allar dystirnar fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er 40 krónur fyri vaksin og 20 krónur fyri børn.

Sunnudagin 4. mai
Kl. 15:00 Eysturríki – Holland (Klaksvík)
Kl. 18:00 Føroyar – Noreg (Tórshavn)

Mánadagin 5. mai
Kl. 15:00 Spania – Frankaríki (Klaksvík)
Kl. 18:00 Pólland – Italia (Tórshavn)

Mikudagin 7. mai
Kl. 15:00 Føroyar – Eysturríki (Klaksvík)
Kl. 18:00 Holland – Noreg (Tórshavn)

Hósdagin 8. mai
Kl. 15:00 Italia – Frankaríki (Tórshavn)
Kl. 18:00 Spania – Pólland (Klaksvík)

Leygardagin 10. mai
Kl. 15:00 Holland – Føroyar (Tórshavn)
Kl. 15:00 Noreg – Eysturríki (Klaksvík)

Sunnudagin 11. mai
Kl. 15:00 Italia – Spania (Tórshavn)
Kl. 15:00 Frankaríki – Pólland (Klaksvík)

Mikudagin 14. mai
Kl. 12:00 Nr. 3 í bólki A – Nr. 3 í bólki B (Tórshavn / Play off til HM)
Kl. 15:00 Nr. 1 í bólki A – Nr. 2 í bólki B (Klaksvík / hálvfinala)
Kl. 18:00 Nr. 1 í bólki B – Nr. 2 í bólki A (Tórshavn / hálvfinala)

Leygardagin 17. mai
Kl. 18:00 FINALAN (Tórshavn)