Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.04.2025 08:41

Meting fyri viku 17, 2025

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip. Ísfiskalínuskipið er til fiskarí og kemur helst at landa síðst í vikuni. Tað fiskar mest av toski og hýsu og so nakað av hvítingi, brosmu og longu. Sjey frystilínuskip eru við Eysturgrønland, eitt er á Flemish Kap og eitt er við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin er harður, men linkar sum vikan gongur. Veðri verður ikki nakað serligt um páskirnar, men eftir páskir sær betri út. Men tað takast við fyrivarni, tí forsøgnin er ivasom, tá tað er so langt frammi í tíðini.

Djúpvatnstrolarar: Tríggir eeru á Íslandsryggium.