Farloyvisstarv sum húsavørður í Fuglafjarðar kommunu
Fuglafjarðar kommuna søkir eftir húsavørði til bygningarnar hjá kommununi at byrja í farloyvisstarvið tann 1. apríl 2025 ella eftir nærri avtalu, fram til 1. oktober 2025.
Vit leita eftir einum dugnaligum og ágrýtnum húsavørði, sum kann tryggja, at okkara bygningar og útbúnaður eru í góðum standi, og at tekniskar skipanir virka sum ætlað. Eisini umfatar arbeiðið kavagrevstur og salting rundanum bygningarnar í vetrartíðini. Tú verður ein partur av húsavarðartoyminum, har tú skalt luttaka í vaktarskipanini í eina viku í senn.
Hví velja Fuglafjarðar kommunu?
Vit bjóða eitt fjølbroytt og mennandi arbeiðspláss, har samstarv, tænastusinni og skipað arbeiðsgongd hava høga raðfesting. Tú fært møguleika at arbeiða í einum dugnaligum og jaligum toymi, har trivnaður og góðskutrygging av bygningum og økjum eru í miðdeplinum.
Sum húsavørður verður tú við til at skapa góðar karmar fyri kommununa, bæði fyri borgarar og starvsfólk. Arbeiðið er fjølbroytt, og tú kemur at hjálpa til á øðrum stovnum í kommununi, um tørvur er á tí – eitt nú í sambandi við fyriskipan av kommunalum tiltøkum.
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki:
- Røkt og viðlíkahald av kommunalum bygningum og tekniskum skipanum
- Kavagrevstur og salting í vetrartíð
- Umsjón við útbúnaði og tryggja, at alt er í góðum standi
- Samstarva við húsavarðartoymið og tekniska leiðaran
- Hjálpa til á øðrum kommunalum stovnum eftir tørvi
Vit vænta, at tú:
- Hevur handverkaraútbúgving, t.d. húsasmiður, snikkari ella aðra viðkomandi útbúgving
- Hevur góðan tekniskan sans
- Hevur eyga fyri røkt, nærlagni og framfýsni
- Ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur og væl skipað/ur
- Dugir at samstarva væl og arbeiða sjálvstøðugt
Setanar- og lønarviðurskifti:
Starvið er tímalønt fulltíðarstarv, har tú hevur tilvísing til tekniska leiðaran. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF).
Soleiðis søkir tú:
Umsókn skal sendast til Fuglafjarðar kommunu í seinasta lagi mánadagin 12. mars kl. 12.00.
Fleiri upplýsingar:
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lillian Jacobsen, tekniska leiðara, á tlf. 238005 ella við telduposti á lillianj@fuglafjordur.fo.
Kommunan skilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at velja.