Fyrrapartin í morgun fekk MRCC, innan heilt stutta tíð, tvær fráboðanir, um at bátar høvdu fingið maskinbrek og høvdu brúk fyri hjálp.
Í fyrra førinum var tað ein smábátur, sum var staddur norðanfyri, har Rescue Vón varð sendur avstað og sleipaði bátin til Eiðis.
Í seinna førinum var tað eisini ein smábátur, sum tá varð staddur 8 fjórðingar norður úr Kunoyarnakki, har Rescue Ziska varð sendur avstað og sleipaði bátin inn til Klaksvíkar.