Familjufyrisitingin
Familjufyrisitingin bjóðar foreldrum, ið ikki liva saman, á skeið um foreldrasamstarv. Tað er ókeypis at luttaka og øll foreldur, ið ikki liva saman, kunnu tekna seg.
Skeiðið er býtt í tríggjar skeiðsdagar og tað er av týdningi at foreldrini kunnu møta allar dagarnar.
Komandi skeið verður mánadagarnar
10. mars,
24. mars og
7. apríl 2025
Allar dagar kl. 12.00 – 16.00.
Finn tilmeldingarskjal og meira kunning um foreldrasamstarvsskeiðið her.
Tilmeldingarfreist er 3. mars 2025
GG! Tað er avmarkað pláss. Og fyri at skeiðið verður hildið, krevst nokk av tilmeldingum.