Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.02.2025 11:31

Kunningarkvøld á Glasi um útbúgvingarmøguleikar

Glasir

Tey, sum nú skulu velja útbúgving eftir fólkaskúla, kunnu mánadagin 10. februar kunna seg um útbúgvingarmøguleikarnar á Glasi.

Tá verður skipað fyri kunningarkvøldi á skúlanum frá kl. 19 til 21, har kunnað verður um breytir og leiðir á miðnámi og yrkisnámi.

Lærarar, næmingar og lærlingar greiða frá skúlagongdini á Glasi. Næmingatænastan og lestrarvegleiðingin verður til staðar at svara spurningum. Eisini verður tónleikainnslag og ein kaffimuður at fáa.

Møguleiki verður at vitja runt á skúlanum, t.d. á verkstøðunum á Glasi.

Vælkomin til kunningarkvøld á Glasi.