Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.02.2025 14:42

Nýggjur bókavørður við Løkin

Runavíkar kommuna

Unn Paturson er sett í starv sum bókasavnsvørður í Bókasavninum við Løkin.

Unn er útbúgving bibliotekar DB frá 2002 og cand.scient.bibl. frá 2015. Hon hevur drúgvar royndir sum bókavørður frá Landsbókasavninum, og seinasta árið eisini frá Býarbókasavninum.

Við Unn Paturson uppraðfestir Runavíkar kommuna samstundis Bókasavnið við Løkin. Umframt dagliga virksemið, fer Bókasavnið við Løkin í næstum undir at veita fólkabókasavnstænastu útum Runavíkar kommunu, til samstarvsbókasøvnini í Nes, Sjóvar, Kvívíkar, Vestmanna, Vága og Sørvágs kommunum.