Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.10.2022 15:27

Nýtt Fiskivinnuráð tilnevnt

Mynd: Fiskimálaráðið (Árni Skaale)

Fiskimálaráðið: Samsvarandi § 2 í løgtingslóg nr. 61 frá 10. mai 2000 um Fiskivinnuráð tilnevnir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, eftir tilmæli frá avvarðandi feløgum, umboð og varaumboð í Fiskivinnuráðið.

Harumframt velur landsstýrismaðurin formann og varaformann.

Árni Skaale, landsstýrismaður, hevur tilnevnt hesi umboð og varaumboð at manna Fiskivinnuráðið komandi 4 árini.

Forkvinna: Jóanna Djurhuus
Varaforkvinna: Hertha Olsen
Skrivari: Símun Grønada