Mynd: Lambavík
Í gjár var nýggja barnabókin umrødd, sum verður útgivin um skipið »Norsku Lövu«.
Vit hava hugt eitt sindur nærri eftur hesum forvitnsliga skipi og tí hending sum fór fram í 1707.
Í Varðanum stendur t.d. hetta skriva um »Norsku Lövu« og hendingina á Lambavík:
Skipið, sum strandaði á Lambavík 31. Des. 1707, verður í tingbókini nevnt »Norske Löve«, men tykist at hava itið »Nordiske Löve« ella »Nordische Löwe«. Fleiri skip hava gjögnum tíðirnar borið hetta navn. Um tað her umröddu »Norsku Lövu« gevur Handels- og Söfartsmuseet á Kronborg hesa frágreiðslu:
Skip hjá danska eystindiska handilsfelagnum, nevnt »Norska Löva«, sum lá inni í Trankebar 26/10 1679 (ella 1680), er ætlandi sama skipið, sum strandaði á Lambavík nýársaftan 1707. Í 1682 fór tað til Atschin við trælum og við vörum fyri mauriskar keypmenn til Jahore ella Rihore og kom aftur í jan. 1683.
Aftur í 1684 gjördi tað ferð til Atcin. Vit finna tað inni í Trankebar 14/9 1685, 22/4 1690 og 29/4 1691, ætlandi sum stöðuskip (statiónsskip). Í 1685 verður Jens Bredal nevndur sum skipari.
Skipið, sum strandaði á Lambavík og ætlandi er sama sum áðurnevnda, fekk sjópass í Keypmannahavn 12/10. 1705 til Trankebar, og kom hagar 18/6. 1706. Tað sigldi haðani 27/10. 1706 og var í Keypmannahavn 1707. Skipari var Roluf Meincke ella Mencke.
Skipið fekk aftur sjópass í Keypmannahavn 26/9. 1707 til Trankebar, sami skipari. Presturin umborð æt Anders Kasbrechen. Við skipinum skuldu fara 120 manns. Tað strandaði nýársnátt í Föroyum við Lamba í Eysturoy, rak í land 3/1. 1708. Manning, peningur og stórur partur av förninginum vórðu bjargað í land.
Um várið 1710 varð ein kanón, 6 pund, uppfiskað frá vrakinum og sett upp á Tinganesskansanum. Ein onnur lá á stóra skansa. Til samans vóru 13 kanónir uppfiskaðar 1709-11.
Skipsklokkan hongur í Havnar kirkju. Hon hevur innskrivtina: »Dansche ostindische Compagnies Scheb Nordische Löwe 1707 D. O. C.«
Ein vakurt prýddur bíleggarovnur av skipinum skal vera í bóndahúsinum á Velbastað (Búðini).
Eitt model av skipinum, gjört av einum av manningini, sum bjargaðist, varð hongt upp í Havnar kirkju. Seinri fór tað til Eiðis kirkju. Har brotnaði tað. Brotini vórðu lögd á loftið hjá kirkjuverjara í Havn. Í 1916 varð tað gjört í stand aftur á orlogsverftinum av modelmakara Dörge og sama ár aftur hongt upp í Havnar kirkju.
Hildið verður, at ein partur av djórunum, skipið hevði við sær, eisini vórðu bjargað, og at avkom av teim enn livir í Eysturoy.
Handels- og Söfartsmuseet hevur einljósastaka av »Norsku Lövu«, sum er komin úr Föroyum við eini frú Hansen, ið sum ung sjúkrasystir hevði hann við sær úr Föroyum; hon býr nú í Sandby sogn.
Aftrat hesi frágreiðslu kann verða nevnt, at eingin nú á dögum í Lamba tykist at vita nakað um, at djór vórðu bjargað av skipinum. Langfaramenn í gomlum dögum hövdu altíð livandi djór við um borð til matna á ferðini.
Hetta hevur »Norska Löva«, sum ætlaði sær til Eystindiu, væl eisini havt.

