Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.01.2025 12:54

“Ríkisfelagsskapurin” er deyður

Lesarabræv

Nú er panikkur í danskarum.

Tað er ikki so, tá tann stóri, óargaligi drongurin í skúlagarðinum knappliga uppdagar, at mann situr við dýrgripum, sum mann av órøttum hevur kraddað sær.

Nú kemur tað stóra óargadýrið eftir tí lítla óargadýrinum.

Og knappliga eru vit lús millum tvær negl.

Í tveyhundrað ár hava danir gjørt “regning uden vært”, tá um ræður Føroyar og Grønland. Evarska lítla Danmark hevur flottað sær og hevur spælt stórveldi og verið partur av tí fína selskapinum. Føroyar og Grønland hava verið atgongumerki, tí uttan okkum hevur Danmark umleið somu tyngd, í heimshøpi, sum ein norðurtýskur landslutur. 

So, nú eru góð ráð dýr. Kropp av kroppi standa danskir politikarar fram. Summir yvirdiplomatiskir, ja, tey vita ikki, hvørjum beini tey skulu standa á, meðan hógvarnir daga undan hjá summum.

Hetta apukattavesinið, har vit eru essensurin, men sita á síðulinjuni, má fáa ein enda.

So, góða Mette Frederiksen,
Tann sokallaði “ríkisfelagsskapurin”, sum tú tosar so heitt og inniligt um, er langt síðan deyður. Hann var í veruleikanum longu deyður í 1948, tá tit smoygdu hann niður yvir okkum, hóast vit atkvøddu fyri loysing.

So tað er bara eitt at gera. Fá avleverað skeytini, sum tit einki eiga í, til røttu eigararnar: føroyska og grønlendska fólkið! Og fá so sent eina fráboðan til ST um at tit endiliga hava gjørt tað, sum ST áleggur tykkum: givið koloniunum frælsi.

Erling Eidesgaard