Landsverk boðar frá í morgun at tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum, Oyggjarvegnum og til Skæling.
Tað eru vánalig koyrilíkindir á Oyndarfjarðarvegnum. Tað er nógv jarðrok í ælunum á Vestmannavegnum, í Vágunum, Sandoynni og um Gøtueiðið-Kambsdal.
Tað er annars hált í støðum um alt landið. Og heitt verður á bilførarar um at koyra varliga.