Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Arbeiðsformaður/ kvinna til vegadeildina

Umsóknarfreist: 03.01.2025

Søkt verður eftir einum ágrýtnum arbeiðsformanni/ kvinnu til vegadeildina í Fuglafjarðar kommunu

Ynskir tú at vera okkara komandi arbeiðsformaður/ kvinna á vegadeildini í Fuglafjarðar kommunu?

Fuglafjarðar kommuna søkir eftir einum jaligum og ágrýtnum arbeiðsformanni/ kvinnu, sum kann ganga á odda á vegadeildini hjá Fuglafjarðar kommunu.

Arbeiðsøkið hjá arbeiðsformanninum/ kvinnuni er at fyrireika og stýra, tá ið talan er um rakstur og viðlíkahald av vatnverkunum, gøtuljósum, vegum, kavagrevstri, kloakk- og vatnleiðingum og annars bæði smáar og størri verkætlanir í kommununi. 

Vegadeildin arbeiðir nógv saman við øðrum deildum í kommununi, og sum arbeiðsformaður/ kvinna skipar tú hetta saman við deildunum.

Fuglafjarðar kommuna er eitt gott, mennandi og spennandi arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á gott arbeiðsumhvørvi, góðan trivnað, at hava ein góðan felagsskap og vísa góðan samstarvsvilja. Tað eru, út yvir arbeiðsformannin/ kvinnuna, 5 starvsfólk á vegadeildini.

Vit ynskja at tú 

· Gongur á odda fyri og skipar arbeiði á vegadeildini

· Er bindilið millum vegadeildina og tekniska leiðaran

· Raðfestir ymisku arbeiðini saman við teknisku umsitingini

· Hevur eftirlit og tryggjar góðskuna á ymisku arbeiðunum

· Hjálpir til við saman við teknisku umsitingini, at gera kostnaðarmetingar av ymiskum arbeiðum.

· Ger arbeiðsætlanir, skipar- og fyrireikar arbeiðini fyri vegadeildina eisini saman við teknisku umsiting

· Raðfestir heilsu, trygd og umhvørvi høgt

· Syrgir fyri at arbeiðsfólkið hevur neyðugu skeiðini

Krøv til útbúgving og førleikar

Telduførleikar

·         Á vanligum brúkarastøði

Útbúgving, royndir og førleikar

·         Vit søkja eftir einum persóni, sum hevur handverkaraprógv. 

·         Tú hevur drúgvar royndir innan jørðarbeiði. 

·         Vanur at koyra og brúka maskinu til grevstur og annað “entreprenør” arbeiði. 

·         Hevur royndir frá líknandi starvi.

Vit vænta av tær at tú

·         Ert arbeiðssamur

·         Skapar og vísir álit

·         Ert ágrýtin og virkin

·         Ert loyalur

·         Gongur á odda og vísir gott stev

·         Hevur góð evni at leiða og samskifta

·         Sært møguleikar fram um forðingar

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn og aðrar treytir verða sambært sáttmála millum KAF og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna ella KAF og Starvsfelagið.

UMSÓKN
Skrivlig umsókn saman við møguligum viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 03. Januar 2025. Vænta verður at setanarsamrøður verða mikudagin 08. Januar 2025

NÆRRI KUNNING:

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lillian Jacobsen, tekniskan leiðara, á telefon 238008 ella 680000.