Grein/ Kommunuval 2024
Nú nærkast kommunuvalið, og í hesum sambandi kemur kjakið í fjølbroyttum vali av umboðum aftur á breddan. Nógv verður tosað um javnvág millum kyn, ímeðan javnvág í aldri er minni umrøtt. Eitt umboðandi aldursbýti í kommunustýrunum kundi givið eina javnvigaða rødd til ymiskar partar av samfelagnum, har politikkur verður skaptur útfrá sjónarmiðum frá øllum ættarliðum.
Í Runavíkar kommunu er miðalaldurin hjá borgarunum 38,3 ár. Til kommunuvalið tann 12. november eru tríggir listar – Listi A, Listi B, og Listi C við tilsamans 28 valevnum.
Listi C hevur ein miðalaldur á 38,5 ár, sum líkist miðalaldurin hjá borgarum í kommununi. Listi B hevur valevni við miðalaldri á 46,4 ár, meðan Listi A hevur ein miðalaldur á 51,13 ár. Núverandi býráð í Runavík hevur ein miðalaldur á 52,2 ár.
Aldur kann spæla ein týðandi leiklut í kommunustýrunum og kommunupolitikki, men tað er ofta meira samansett enn bara ein ávísur aldur. Tá ið bæði ung og eldri eru væl umboðað, eru fleiri møguleikar at skapa politikk, sum tekur hædd fyri áhugamálunum hjá øllum aldursbólkum – frá útbúgving og mentanartilboðum til heilsu og atkomumøguleikar. Aldurin kann vera serliga viðkomandi viðvíkjandi umhvørvismálum, har ymisk aldurssjónarmið kunnu ávirka raðfestingarnar.
Tað verður spennandi at síggja, um aldur fer at hava leiklut í kommunuvalinum.
Listi C