Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.11.2024 18:23

Grót komi á koyribreytini í Eysturoyartunlinum

Løgreglan boðar frá, at smátt grót er dottið á koyribreytina inni í Eysturoyartunlinum. Sum skilst er grótið dottið úr lastini á einum dumpara og niður á koyribreytina.

Talan er um strekkið miðskeiðis millum innkoyringina Hvítanes-megin og rundkoyringina inni í sjálvum tunlinum, og so á teininum frá rundkoyringini út til Rókina. 

Teinurin millum rundkoyringina inni í tunlinum og Rókina er stongdur í løtuni, meðan arbeitt verður við at rudda grótið burtur, sigur løgreglan.