Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.11.2024 07:43

Veðrið: fríggjadagin 1. november

Mynd: Eysturoyarportalurin

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi.

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum frá líður minkar niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Gjøgnum dagin fer hann spakuliga at lækka. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Í kvøld veksur hann vindin upp í frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s. Tað dregur á luftina og sum frá líður fer at regna. Hitin millum frostmarkið og 4 stig.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, sum frá líður gongur í útsynning. Samdrigið og regn, sum frá líður ælaveður. Tað verður heitari, millum 5 og 10 stig.