Eysturoyarportalurin søkir eftir einum ágrýtnum og røknum fólki, sum bæði dugur væl at skriva og at selja lýsingar – talan er í fyrstu syftu um eitt hjávinnustarv, sum tó kann broytast til fulltíðarstarv.
Tú verður partur av einari spennandi og vaksandi miðli, sum arbeiðir við at geva kundum okkara eina góða tænastu.
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
At selja lýsingar til okkara heimasíðu
At finna nýggjar sølumøguleikar
Skriva viðkomandi greinar og tíðindi til heimasíðuna
Vit vænta, at tú ert:
- Røkin og álítandi
- Kann arbeiða sjálvsøðugt
- Góð samstarvsevnir
- Dugur væl at orða teg bæði í skriv og talu
Vit bjóða tær:
- Góð og skipaði viðurskifti
- Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
- Tú skapar tín egna arbeiðsdag
Um hetta møguliga er nakað fyri teg vilja vit fegin frætta frá tær.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Lønin verður ásett eftir avtalu.
Umsókn
Umsókn kann sendast til: hj@eyp.fo
Vilt tú hoyra meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við til Hans Jacob á Líknargøtu, teldupostur: hj@eyp.fo ella á telefon 742222