Okkum tørvar ein dugnaligan lastbilførara til eitt tíðaravmarkað starv, ið er árið út. Bilurin er knýttur at alideild okkara við Norðskála.
Starvið er fjølbroytt og spennandi, har tað er ein góð samanseting millum koyring og arbeiði við krana. Starvið verður skipa í vaktum soleiðis, at arbeitt verður frá 08.00 – 16.00, men triðju hvørja viku verður arbeitt frá 16.00 – 24.00
Krana loyvi til at føra krana yvir 25 tons er eitt krav.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Um tú ert áhugað/ur í starvinum ella hevur spurningar, so kanst tú seta teg í samband við Signar Poulsen á tel. 22 20 26. Skrivlig umsókn saman við CV, møguligum viðmælum og neyðugum førara prógvum skal sendast til sp@vonin.com