Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.09.2024 08:50

Runavíkar Kommuna havt vitjan úr Íslandi

Mynd: Runavíkar Kommuna

Runavíkar Kommuna

Runavíkar kommuna hevur tveir vinabýir í Íslandi – Egilstaðir og Ísafjørð. Ísafjørður var upprunaliga vinabýur hjá Skála kommunu og gjørdist harvið ein partur av kommunalu samanleggingini í 0´unum.

Gísli Gíslason er kendur maður í Íslandi og í Føroyum. Hann er skagamaður av Akranesi, og umframt at hava fingist nógv við ítrótt, var hann ein av teimum, sum var forsprákari fyri at Hvalfjarðartunnilin kom í lag. Nakað fyri at Eysturoyartunnilin varð tikin alment í nýtslu, heitti borgarstjórin í Runavíkar kommunu á Gísla, um at koma heim til Føroyar at greiða frá samfelagsligu avleiðingunum báðumegin við Hvalfjarðartunnilin. Tann fundurin varð hildin í Løkshøll. Í dag helt hann fyri, at tað var ikki sørt at tað líktist – støðan millum Akranes og Reykjavík og millum Skálafjørðin og Tórshavn. Vøkstur báðumegin við tunnilsmunnarnar.

Tey sum vitjaðu kommununa í dag vóru hesi:

Jón Björn Hákonarson, borgarstjóri Fjarðabyggð, formaður

Baldur Smári Einarsson, Bolungarvíkurkaupstað

Fannar Jónasson, borgarstjóri Grindavík

Írís Róbertsdóttir, borgarstjóri Vestmannaeyjar

Þórdís Sif Sigurðardóttir, borgarstjóri Vesturbyggð

Björn Ingimarsson, borgarstjóri Múlaþing

Eyrún Ingibjörg Sigþórsdóttir, borgarstjóri Dalvík

Heimir Örn Árnason, Akureyrarbæ

Valur Rafn Halldórsson – starfsmaður

Gréta Mar Jósepsdóttir, starfsmaður

Gísli Gíslason – tour guide

Í nýggja býráðssalinum á Glyvrum greiddi borgarstjórin íslendska vitjanarfylginum frá Runavíkar kommunu og føroyska samfelagnum við atliti til søgu okkara. Fiskasúpan kom úr Æðuvík saman við kaffi og køkum.