So hendi tað aftur. Nøkur vita ikki av tí, meðan onnur nokk hava uppdaga í morgun, at klokkan á húsarhaldstólinum bliknar.
Streymslit var í meginøkinum í nátt. Tað hendi kl. 02.40.
Kl. 04.57 var streymurin aftur allastaðni – tey seinastu at fáa streymin aftur vóru tey í Sundalagnum.
Orsøkin sigur SEV, var ein feilur á Sundsverkinum.
