Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.04.2024 13:19

75% burðardygg elorka í mars

Mynd: SEV

SEV

3 út av 4 ferðum, tú tendraði ljósið ella kókaði ketilin í mars, kom streymurin úr grønum orkukeldum.

Í mars í fjør var øgiliga vakurt stilt og kalt veður við liggjandi kava, men tað er ikki gott Sev-veður. Tí tá fáa vit tað, sum eitur ‘frostbinding’, sum ger, at vit ikki kunnu gagnnýta vatnorkuna, og vindmyllurnar standa nærum stillar. Tá eru tað Sundsverkið og smærru oljuriknu verkini, sum tryggja, at mjólkin er køld og kaffi heitt ☕

Til burðardygga elorkuframleiðslu er best við vindi og regni, sum vit høvdu meira av í í mars í ár, og sum saman við battaríunum syrgdu fyri, at 75% av elframleiðsluni var burðardygg.

https://rb.gy/7pn16e

Spjaldur