Lesarabræv/Jóannes Patursson
Í gjár var ein siðiligur fundur millum óðalsfólk, festarar og onnur ið hava áhuga í jarðarviðuskiftum.
Tað vit vanliga kallað ein limafund.
Avgjørt varð av nevndunum báðum, at hetta var fyri limir og tey hesi tóku við sær, og at hetta ikki var ein fundur við ella fyri fjølmiðlar.
Sum eg sá tað (eg sat aftaliga) kom knappliga ein KVF journalistur við filmsfólki aftaná.
Fundurin var spurdur um hesi vóru boðin við? svarið var nei.
Fundurin var spurdur um hesi kundu luttaka? Svarið var nei.
Hesi vóru so víst út aftur.
Mær vitandi eru limafundir oftast privatir, t.d. eru sjáldan fjølmiðlar við tá lærarafelagið hevur sínar limafundir, ella tá samgongur verða skipaðar.
Annars hevði journalisturin sjálvandi møguleika at bíða til fundurin var liðugur og fáa samrøður, ella fundurin fekk høvið at bjóða journalistinum at luttaka, uttan beinleiðis varp. Og tá ivist eg ikki í, at hann kundi luttikið á jøvnum føti við onnur.
Her haldi súpan verður kókað heilt óneyðugt, og at soðið er sera tunt.
Um KVF vil verða óheft í hesum máli, gleði eg meg sera nógv at síggja bara eina einastu samrøðu við okkurt skilafólk, har fyrimunir og vansar verða lýstir í verandi skipan.
Higartil hevur KVF tíverri verið við til at vent allar kanónir móti føroyska jarðarbrúkinum undir herrópinum at bøndur hava tikið frælsið frá føroyingum at ganga frítt.
Tá retorikkurin er a so lágum støði, er púrasta vónleyst at vænta eina rættvísa lýsing av einum so týdningarmiklum máli.