Lesarabræv / Eirikur í Jákupsstovu
Jú, tað er tí, at valdið einaferð er komið frá gudi til kong (“drotning” seinastu nógvu árini, sum annars er eitt gott fólk), og tað valdið arvast niðureftir í einari ávísari familju.
Men kunnu vit ikki bestemma sjálvi, um vit vilja hava ein kong ella ikki, tá einaræði langtsíðan er avtikið í danska ríkinum og vit ikki eingong eru danskarar?
Nei, tí “logikkurin” er, at kongurin lat ein part av sínum gudsgivna valdi til danska tingið, stjórnina og dómstólarnar í 1849.
Danska tingið og stjórnin góvu so løgtinginum og landsstýrinum nakað av valdi í 1948.
Tað var hinaferð føroyingar fyri fyrstu og einastu ferð higartil vóru spurdir, um mann vil vera í ríkinum, og føroyingar søgdu nei.
Ein partur av hesum bleiv tó – saman við fólkarættinum um somu tíð – at vit í Føroyum eina aðru ferð kunnu velja at fara úr danska kongsríkinum. Men siga vit ikki fyrst farvæl, so hevur fólkið í Føroyum sambært donskum statsrætti framvegis onki veruligt vald.
Og siga vit farvæl, so skal fólkatingið kortini atkvøða, um vit kunnu fara ella ikki.
Sjálvi hugsa vit nokk, at valdið yvir Føroyum kemur frá fólkinum í Føroyum. Men í verðini eru tað helst bara vit, sum halda tað. Danir hava so ongantíð fortalt øðrum, at føroyingar eru eitt fólk.
Enn eru vit helst ov fá, sum hava nakran áhuga í at broyta hetta. Helst tí vit onkursvegna halda okkum hava tað fínt, hóast vit ikki bestemma so ræðuliga nógv sjálvi.
Men kanska koma vit ein dag hartil, har vit sjálvi velja, um skulu hava ein kong og hvussu okkara lóggevandi, útinnandi og dømandi vald eru skipað.
Eirikur í Jákupsstovu
