Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Námsfrøðingar og hjálparfólk til Sóljuhjarta

Størvini eru til vøggustovu og barnagarð. Vit søkja eisini avloysarar, at senda boð eftir, eftir tørvi.

Í Sóljuhjartanum starvast, um 40 fakligt dugnalig og íðin starvsfólk.
Vit hava 4 barnagarðstovur við 80 børnum og 2 vøggustovur við 26 børnum og 15 børn í náttúrbarngarði í Æðuvík. 

Fyrst í komandi ári lata vit tvær nýggjar vøggustovur upp í Søldafjarðar skúla.
Sóljuhjarta liggur sentralt í meginøkinum.


Vit vænta av tær, at tú:

  • hevur umsorgan fyri børnum
  • er íðin, nærlagdur og álítandi
  • dugir væl at samskifta og hevur góð samstarvsevnir
  • hevur gott yvirlit og megnar væl at skipa dagin
  • er nýhugsandi, ígongdsetandi og megnar broytingar um so skuldi verið
  • sær møguleikar í náttúruni og gera brúk av teimum í arbeiðinum 

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya

Nærri fæst at vita um størvini, við at tosa við til Káru Løkin, leiðara  tlf. 297171