Mynd: Bátafestivalurin á Toftum
Tíðindaskriv
Tað verður ein røð av kendum og góðum tónleikarum, sum fara at seta sín dám á ársins fyrsta bátafestival, sum verður á Toftum leygardagin. Sjálvandi verður eitt spennandi toftanavn, Jógvan Ingvard Band, sum fer at syngja fyri gestunum á bátafestivalinum.
Fyrireikararnir hava altíð syrgt fyri, at tónleikaparturin er góður, men í ár er gjørt uppaftur meira burtur úr hesum partinum.
Eftir at festivalurin er settur, byrjar tónleikur í tjaldinum klokkan 15.00, har fýra tónleikaframførslur vera.
Bjarki Hansen leggur fyri við at syngja, og eftir hann, kl.15.45, kemur Signar í Homrum við sínum fantastiska fangandi tónleiki.
Tónleikaskráin er óendaliga góð, tí klokkan 16.30 fara vit at hoyra Steintór Rasmussen saman við Pæturi við Keldu, framføra teirra deiligu tónar. Klokkan 18.00, trínur lokali Jógvan Ingvard við síni bólki á pallin.
Frá klokkan 19.00 verur tað Fuglafjarðar Harmonikufelag, sum samlar nógv fólk við teirra “syngi við” tónleiki, sum kemur at spæla, áðrenn dansurin við við Halluri Joensen er á skrá. Vælkomin á ársins fyrsta bátafestival á Toftum leygardagin 6. mai.
Sí annars skránna fyri dagin í dag niðanfyri:
