Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.12.2023 13:35

Fríøkið við Prestá og fornminni á Ytra Skála: “Vilja grava kirkjuna framaftur”

Tummas M. Jacobsen, ein av eldsálunum og stigtakarunum til Fríøkið (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Soleiðis sigur Tummas M. Jacobsen, ein av eldsálunum og stigtakarunum til Fríøkið við Prestá á Skála, nú Eysturoyarportalurin hevur hitt hann í húsunum hjá Fornminnafelagnum á Skála.

Tummas er ein av teimum, sum tók stig til at fríðka og endurskapa økið við Prestá. Eitt økið, sum er ríkt við bæði fornari og nýggjari søgu.

“Í dag hava vit eina perlu við Prestá”, sigur Tummas, tá vit seta okkum niður í gomlu, hugnaligu húsunum miðskeiðis á Skála, har Fornminnafelagið heldur til.

Prestá, mynd frá 2002, áðrenn byrja varð at planta

“Serliga, tá alt stendur í fullum blóma um summarið, er sera vakurt og hugnaligt, og sera nógv fólk koma á vitjan”.

“Tey sita við hylin ella ganga túr eftir gøtuni. Serliga nógvir barnagarðar koma á vitjan. Eisini er nógv vitjan av ymsum stovnum og fólki annars aðrastaðni frá”.

Alment WC við hita er bygt í økinum, samstundis er eisini møguleiki at skifta pinkubørnum. Har er eisini hjartastartari.

Annars gjørdi kommunan ein svimjihyl í grótbrotinum har í 1960´unum. 

“Ein framkomin avgerð, sum kommunan gjørdi, kann ein siga. Áðrenn svimjihylurin kom, stóð jú bert eitt ljótt hol í náttúruni har. Síðani var eitt pettið av vegginum í svimjuhylinum skorið burtur soleiðis, at tað sær út, sum tað ger í dag”.

Prestá, gøtan og planting – summarmynd, nógv er broytt síðan 2002

Ætlanin við Fríøkinum við Prestá byrjaði afturi í 2002. Skála kommuna hevði ætlanir um at savna tilfar til eina bók um Skála bygd, ættarbond á Skála, staðarnøvn og fornminni.

“Tað var her, hugskotið um at fáa gjørt eitt fríøki við Prestá tók seg upp”, sigur Tummas.

Tummas sigur eisini, at eigararnir av lendinum við Prestá, vildu geva lendi til bygdina at brúka sum fríøki, har fólk kundu hugna sær og ganga fram við ánni og eftir gøtuni á Ytra Skála fram við fornminnunum. 

“Í 2006 byrjaðu vit at planta, og fram til dagin í dag eru uml. 1.500 trø, runnar og plantur settar niður”.

“Nógv er broytt hesi 17 árini. Nú sæst vøksturin væl. Ja, tað tekur sína tíð at fáa trø og runnar at vaksa, tá jørðin ikki er tann besta til gróður”, staðfestir Tummas.

Í 2007 varð gøta gjørd fram við ánni, og í 2022 komu ljós fram við gøtuni, so fólk eisini kundu ganga har ta myrku tíðina av árinum.

Hylurin áðrenn broyting. Ár 2007

Tummas sigur, at alt í samband við planting, lúking, at sláa gras og annað viðlíkahald er sjálvboðin arbeiðsmegi, har tey flestu hava verið við øll árini, heilt frá byrjan í 2002 og 2006. 

“Kommunan stuðlar ætlanini sera væl. Tá brúk er fyri arbeiðsmegi til stórar uppgávur, sum sjálvboðin ikki klára og ella til keyp av plantum og øðrum, so avgreiðir kommunan hetta”, sigur Tummas.

Hylurin eftir broyting – fólk hugna sær

Fornminni á Ytra Skála

Gøtan fram við Prestá er bundin í gomlu bygdagøtuna, sum gekk fram við bakkanum líka frá Krónni og út til Prestá og víðari gjøgnum Ytra Skála út á Strendur. 

“Við tað, at økið við Prestá er bundið saman við gamla býlingin á Ytra Skála við bygdagøtuni, kom ynski um at fáa fornminnini á Ytra Skála sjónlig og um at fáa søguna skrivaða um býlingin og fornminnini har.

Gomlu toftirnar

Ytri Skáli er ein av elstu býlingum á Skála. Í 1584 vóru fýra býlingar, Ytri Skáli, í Grógv, í Sjóvartún og uppi í Horni”.

Tað eru umleið 14 fornminni at síggja á Ytra Skála, av hesum eru toftir eftir 8 bústaðir. 

Av áhugaverdum fornminnum á Ytra Skála, har søgur/sagnir eru knýttar til, eru til dømis «Smiðjutoft», «Sornhúsið» og «Ormbóndagrund».

Ormbóndagrund. Søgn er um Ormbónda á Ytra Skála

Smiðjutoft sigst vera smiðjan hjá Poul Poulsen, føddur í 1663. Poul var langabbi navnframa Nólsoyar Páll.

Hann festi á Ytra Skála í 1690. Tað finst ikki í kirkjubókunum, nær hann er deyður. 

Hann er eisini nevndur Poul Smið (Páll smiður) og var eisini kendur sum sera góður bátasmiður. Poul Smið bygdi 365 og ein ½ bát tilsamans.

Smiðjutoft áðrenn ruddað var um toftina (Smiðjan hjá Poul Poulsen, langabba Nólsoyar Páll), mynd frá 2022
Smiðjutoft eftir at ruddað er (smiðjan hjá Poul Poulsen, langabba Nólsoyar Páll) mynd frá 2023

Eisini bygdi hann í 1698 fyrsta verjuskipið í Føroyum, eitt 10 mannafar eftir ordra frá Gabel.

Sornhúsið, eisini nevnt «Vættrasornhúsið», liggur í økinum. Haðani er ein søgnin, kend á Skála, sum kallast «Vættrarnar á Skála», knýtt at.

Sornhúsið var í brúki fram til umleið 1925/30. Hvussu gamalt tað er, vita menn ikki at siga.

«Ormbóndagrund», ber navn eftir Ormbónda. Nær Ormbóndi hevur liva, vita menn ikki at siga. Hann er ikki nevndur í Rættarbókunum á Selatrað, sum byrja um ár 1600. Men er deyðadømdur á rættarfundi á Stevnuváli. So hann hevur helst liva fyri ár 1600. 

Húsini sum stóðu á Ormbóndagrund vóru smá og lagað av gróti. Tey vóru niðurtikin í 1935 og brúkt sum ífylla í bygdavegin, sum varð lagdur gjøgnum Skálabygd og út á Strendur. (Hetta eru neyvan húsini, sum Ormurbóndi búði í, men onnur lítil hús, sum eru bygd á grundina).

Kirkja við Prestá

“Søgnin sigur, at ein kirkja hevur staðið við Prestá um ár 1600 ella fyrr”.

Munin, sum arbeiðir við projektering av lendisætlanum og grundøkjum, gjørdi eina georadarkanning á økinum sunnan fyri Prestá niðri við Prestodda fyri nøkrum árum síðani. Teirra niðurstøða var, at nógv bendir á, at nakað mannaskapt er at síggja, m.a. grótlaðing við møguligum eyrgólvi. Møguliga er talan um 3 toftir.

“Tjóðsavnið kennir søgnina um kirkjuna og skanningina hjá Munin, og hava teir játtað at koma inn til Prestá at gera nakrar royndargravingar fyri neyvari at kanna, um nakað er at síggja”, sigur Tummas spentur á málinum.

Kirkja við Prestá, Munin skannar øki í 2017, har kirkjan skal hava staðið

Tað hevði verið ótrúliga spennandi at fingið grivið á hesum staðnum og vita, hvat var at finna undir svørðinum. Nú er nakað síðani kanningarnar vóru gjørdar. So nú bíða vit bert eftir at hoyra frá Tjóðsavninum, nær teir koma norður at grava, sigur Tummas at enda.

Søgnin um kirkjuna við Prestá kann lesast í bóklingi eftir Petur Martin Rasmussen, prest, sum hann skrivaði um kirkju á Skála.

Eftir søgnini er Skála gomul kirkjubygd. Einasta heimild er søgn, sum Jacob Jacobsen ella Dr. Jakobsen hevur skrivað upp, tá Jústinus var løgmaður. 

Har lesa vit hetta brotið: “Tá stóð kirkja á Skála við ta ánna, sum rópast Kirkjuá. Men ein sunnudag í kirkjutíð kom eitt vatnlop (áarlop) so dáttliga. Tað tók kirkjuna út á sjógv, og øll, ið inni vóru, lótu lív. Tá var lovað, at har sum fyrsta sprekið av kirkjuni kom rekandi á land,  skuldi hon verða uppaftur bygd”.

Í viðmerkingunum til søgnina ger Dr. Jacobsen vart við, at eingin løgmaður, tað vit vita, hevur itið Justinus, og tann nevndi løgmaður má tí heldur vera Jógvan Justinussen, og um so er, er hetta hent í fyrra helmingi av 17. øld.  

Jógvan Justinussen var løgmaður frá 1628 til 1653. Eftir hesum at døma er kirkjan farin av áarlopi uml. 1650.

Húsini hjá Poul Poulsen, hm, niðara síða og tey hjá Petur Chr. Poulsen, vm

Hetta ljóðar at vera heldur seint, men sum nevnt er eingin onnur heimild.

Umframt tað, sum sagt verður frá í tí skrivaðu søgnini hjá Dr. Jacobsen, er mannasøgn á Skála, at hundur skuldi koma inn í kirkjuna og toga í húsbónda sín. Teir vóru ikki meir enn komnir útum, tá leyp áin og tók kirkjuna og øll, sum inni vóru, út á sjógv. 

Onnur søgn sigur, at hundurin hevði elt húsbónda sín inn í kirkjuna, og tá ið hann fór út við honum, leyp áin.

Áin, nevnd Kirkjuá í søgnini, hevur ongantíð, tað nakar veit at siga á Skála, verið nevnd annað enn Prestá. Christian Matras professari segði einaferð, at hon er einnevnd í landinum.

Staðið, har kirkjan og kirkjugarðurin hava verið, verður enn ávíst niðri á bakkanum sunnan fyri Prestá, tað er Ytra Skálamegin ánna, men so nær markinum, sum til ber. 

Grundin kann vera tann, at Ytra Skála bóndin átti kirkjuna.

Søgnin nevnir, at har fyrsta sprekið rak á land, skuldi kirkja byggjast aftur. Hetta staðið hevur so verið við Sjógv á Strondum.

Tá ið kirkja skuldi byggjast aftur á Skála í 1930-árunum, var eingin ivi um, at hon skuldi vera inni á Fles ella Hálvmørk. (Hálvmørk verður staðið fleiri ferðir nevnt í brævi, skrivað á donskum til Eysturoyar sýslumann í 1935). Her skuldi fyrsta sprekið av gomlu kirkjuni reka á land á Skála. Sjálvt um mótstøða tók seg upp móti hesum staðnum, var hon bygd har.

Nýggja kirkjan á Skála er bygd/vígd í 1940. Kirkjan við Sjógv á Strondum er bygd í 1834.

Ytra Skáli, luftmynd av Ytra Skála, fornminnini síggjast.

Kann tað hugsast, at tað var tað, at Skála var kirkjubygd samstundis, sum tað gekk aftur á hondina í Søldarfirði, at fjørðurin skifti navn? 

Og eitt afturat: Hvar hevur prestur búð, áðrenn hann kom út á Nes at búgva? 

Søgn á Nesi sigur, at prestur ikki ”altíð” hevur búð á Nesi. 

Hevur hann ikki búð á Nesi, hevur hann búð longur norðuri, longur suður kundi hann ikki koma. 

Áin, sum í søgnini verður nevnd Kirkjuá, hevur, tað eg veit, á Skála ongantíð verið nevnd annað enn Prestá, og hon er einnevnd í landinum.

Er tað burtur úr vón og viti at gita, at Eysturoyar prestur hevur búð við hesa ánna (Kirkjuá/Prestá), so hon hevur fingið navn av hesum?

Hetta kann ikki vera annað enn giting.

Hylurin pyntaður til jóla, mynd frá 2023