Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.12.2023 08:39

Tveir bátar høvdu brúk fyri hjálp

Savnsmynd (Mynd: SSB)

MRCC fekk í gjár tvær fráboðanir um at bátar vóru byrjaðir at leka.

Í tí fyrra førinum var talan ein útróðrarbát sum tíðliga gjáramorgunin tók vatn inn við Kirkjubønes.

Bjargingarbáturin Arun var sendur avstað og fylgdi útróðrarbátinum inn á Havnina har pumpa var sett umborð. Vestborg fylgdi bátinum norð á Glyvursnes, har so Arun tók yvir.

Og í seinna førinum var tað ein útróðrarbátur, sum í gjárskvøldið var staddur uttanfyri Vágsfjørð, sum var byrjaður at leka. Báturin fekk sjálvur siglt inn á Porkeri, har Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag (SSB) stóð klárt við pumpum.