Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.12.2023 09:02

Nýtt jólalag og jólakonsertir: Bjöllubandin – Jólamaðurin á sofuni

Tíðindaskriv

Í dag, 01. desembur, hendan fyrsta dagin í jólamánaðinum, er komið út eitt nýtt føroyskt jólalag.

Lagið eitur “Jólamaðurin á sofuni” og snýr seg um ein mann, sum liggur allan dagin á sofuni og dovnast. Konan er ikki blíð, tí har kemur svartasta einki burturúr.

Hon ynskir sær ein rættan mann, ein jólamann ið er nærverandi og gevur góðar gávur. Tað, sum hon ikki veit, er at maður hennara í roynd og veru er jólamaðurin, og tí er hann so troyttur, tá ið hann er heima.

Tað er Bjöllubandin sum hevur skrivað og givið út lagið í samband við árligu jólakonsertirnar í Reinsarínum.

Fyrsta konsertin 09. des. er longu útseld og tískil er ein eyka konsert lýst til sølu 08. des, og atgongumerkir kunnu keypast her: https://tinyurl.com/47mm8emw

Bjöllubandin, húsaorkestrið til konsertirnar, eru Benjamin Petersen – guitar, sang. Dánjal á Neystabø – klaver, sang. Torleik Mortensen – bass, sang og Høgni Lisberg – trummur, sang.

Húsaorkestrið spælir nøkur løg, men stjørnurnar til konsertirnar eru: Guðrið Hansdóttir, Mike Viderø og Sanna Bæk Hoydal.

Lagið er tøkt á øllum stroymingartænastum her: https://orcd.co/jolamadurin