Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.11.2023 15:04

Hógv hevur verið til síðan 1985

Jákup Olsen byrjaði sítt virksemið í 1985

Lýsingargrein

Tá ið ein koyrir út gjøgnum Runavíkina, tætt við Toftavatn og fótbóltsvøllin við Løkin og snarar inn á Gerðisveg, so kann ein lættliga koyra framvið uttan ein veit tað. Men beint í svinginum, á Gerðisvegi 1, liggur Sp/F Hógv, sum Jákup Olsen eigur og rekur.

Tað var heilt afturi í 1985, at ein blaðungur Jákup Olsen byrjaði sítt virksemið.

Nýggjur ketil frá Hógv

Tað byrjaði við rørarbeiði og at innleggja hita fyri fólk, sum antin bygdu ella skiftu gomlu innleggingin út við nýggja. Hetta tók so spakuliga dyk á seg og hevur so ment seg til tað fyritøku sum hon er í dag. Við nógvum upp- og niðurtúrum á vegnum.

Hógv ella HGV, sum tað eisini verður kallað uttanlanda, er einasta virki í Føroyum, sum framleiðir ketlar til tann føroyska marknaðin. 

Tað var annars fyrst í 90´inum, miðskeiðis í kreppuni, at Hógv byrjaði at gera egnar ketlar. Tá samstarvaði Hógv saman við svenskari fyritøku. Hetta samstarv legði gróðrarbotnin til virksemið hjá fyritøkuni sum vit síggja í dag.

Nógv er broytt síðani fyrstu ketlarnir komu á marknaðin hjá fyritøkuni. Ketlarnir sum verða framleiddir í dag eru millum teir mest framkomnu í heiminum. Og eru sergjørdir til føroysk viðurskifti.
Hjá Hógv gera tey ymiskar støddir av ketlum – ein til vanlig sethús og ein størri til virkisbygningar, umframt ketil til bátar og skip.

Grinkil hevur fingið nýggjan ketil frá Hógv

Ketlarnir sum hava verið gjørdir hava allir verið tillagaðir krøv um orkusparing og útlát øll árini, men serliga seinastu 5 árini eru krøvini vorðin sera strong.

Tann nýggjasti sethúsaketilin hjá Hógv, er sera orkusparandi, og hevur ein sergjørdan hitavekslara innbygdan, ið ger heitt vatn til brúsu og kranar.

Hógv til arbeiðis umborð á Skálafossi

Tað eru nakrir 100 ketlar framleiddir og seldir til bátar og skip.

Nógvir eru útfluttir, eitt nú til Íslands, Grønlands, men í Føroyum eru tað útróðrabátar, alibátar og smærri skip ið hava hesar.

Í ár hava t.d., Grinkil, Skálafossur, Fuglberg og tvær tvíkyljur hjá Mest, fingið hesar vælumtøktu ketlarnar. Nógvir eru eisini uppsettir umborð á alibátum, tá hesir verða tiknir upp til klassing.

Nýggjur ketil settur upp umborð á Skálafossi

Hógv hava eisini gjørt nýggjar vatnspiralar í ketilin umboð á vaktarskipinum Brimli í oktober mánaða í ár. So enn ber til at gera tílíkt í Føroyum.

Nýggj hús skulu upphitast við grønari orku frá 1. januar 2024 og tí verður tað frá ársskiftinum ikki longur loyvt at leggja inn oljufýringar í nýggjar bygningar.

Men hóast hetta, so fær tað lítla ávirkan á virksemið hjá fyritøkuni Hógv.

Hógv selur og uppsetur bæði jarðhita og aðrar hitapumpur, men bulurin í fyritøkuni er at framleiða føroyskar lágorku-ketlar, til oljufýr.

Hógv gera eisini ymiskt HVS arbeiði, bæði umvælingar og til nýggj hús. Men stórar verkætlanir sum taka langa tíð, eru tey givin við.

Tað er sera stórur eftirspurningur eftir at fáa skift gamlar ketlar út við teir nýggju frá Hógv. 

Hógv hevur framleitt tilsamans meira enn 4.500 ketlar.

Í dag starvast fyri tað mesta 2 til 4 starvsfólk hjá Hógv. 

Tóra til arbeiðis hjá Hógv

Meira kunning um fyritøkuna í Runavík kann finnast her: https://www.hgv.fo

Spjaldur