Í morgun kl. 08.30 fóru allir næmingarnir og lærarar úr Skúlanum við Gøtugjógv, kravgongu yvir í Býráðshúsið í Norðragøtu har borgarstjórin, Per Martin Gregersen, tók í móti.
Har var tað formaðurin í næmingaráðinum í handaði borgarstjóranum, áheitanarskriv viðvíkjandi bussleiðini, eisini kallað Eysturleiðin.
Áheitanin snúði seg um at betra viðurskiftini viðvíkjandi bussrutuni hjá næmingunum í Eysturkommunu. Serliga var dentur lagdur á, at fáa betri og tryggari viðurskifti til allar skúlanæmingar, ið brúka bussarnar.
Trupuleikar sum vóru nevndir vóru t.d., at bussurin ofta er alt ov fullur av næmingum. Ikki øll hava møguleika at sita í trygdarbelti. Og at børn hava upplivað happing og harðskap í bussinum, og harvið ikki tora at taka bussin í skúla.
Eisini handaðu lærara og námsfrøðingar í miðdeildini í Skúlanum í Eysturkommunu, sum stuðlaðu næmingaráðnum, borgarstjóranum skriv um sama trupuleika.
Borgarstjórin, saman við forkvinnuni í Umhvørvis- og trivnaðarnevndin, Marjuni Andreasardóttir, lovaðu, at tey skuldu fara at arbeiða við trupuleikanum og at vónandi var ein loysn funnin eftir nýggjár.
Eysturoyarportalurin var á staðnum og tók nakrar myndir

























