Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.11.2023 09:56

Bakkafrost byggir nýggja smoltstøð í Skálavík 

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost og Robert Hustad, stjóri í Nofitech, tá sáttmálin bleiv undirskrivaður (Mynd: Bakkafrost)

Bakkafrost

Í seinnu helvt av 2026 er ætlanin, at nýggj smoltstøð stendur klár í Skálavík. 

Samlaða støddin á smoltstøðini fer at vera 28.600 m og árliga framleiðslan verður umleið 6,5 milliónir smolt á 500g. Harvið verður rúmførið á smoltstøðini í Skálavík á leið tað sama sum norðuri á Strond, sum er umleið 30.000m3


Verkætlanin í Skálavík er ein partur av nýggju íløguætlanini hjá Bakkafrost, sum bleiv løgd fram í juni 2023. 


Í henni stendur, at árini 2024-2028 fer fyritøkan at gera íløgur fyri á leið 3 milliardir í Føroyum. Seinastu fimm árini hevur Bakkafrost gjørt stórar íløgur í m.a. at útbyggja smoltstøðirnar í Glyvradali, á Norðtoftum og Viðareiði. 


Endamálið er at ala laksin longri á landi og harvið stytta vakstrartíðina á sjónum. Málið er tí at náa eina størri miðalvekt á smolti. 

Bakkafrost heldur fram við samstarvinum við Nofitech at byggja smoltstøðina á Skálavík. Hetta er framhald av samstarvinum bæði á Glyvradali og Applecross í Skotlandi. 


Robert Hundstad, stjóri hjá Nofitech, sigur: 


– Vit eru sera fegin um at fáa møguleika at byggja triðju smoltstøðina saman við Bakkafrost, og vit síggja fram til at luttaka í enn einari spennandi verkætlan í laksavinnuni. Við at nýta sama snið og tøkni á smoltstøðunum fær Bakkafrost sera gott grundarlag at gagnnýta vitan og minka um váðarnar í verkætlanini og ikki minst deila vitan upp á tvørs í samtakinum.

Tekning av nýggju smoltstøðini í Skálavík (Mynd: Bakkafrost)

Spjaldur