Nú er niðurteljingin veruliga farin í gongd til ársins steypafinalu, sum verður leikt í morgin á Tórsvølli.
Ein maður, sum er sera spentur í hesum døgum, er borgarstjórin í Nes kommunu, Súni í Hjøllum.
Eysturoyarportalurin hevur vent sær til hansara, og spurt hann, um hvat vónir hann hevði til dystin í morgin.
-Vit eru “underdogs”, tað vita vit væl av. Men vit fara sjálvandi inn fyri at vinna. Eingin ivi um tað. Hetta verður tó ein dystur millum Dávid og Goliat.
Munurin millum bæði liðini kundi neyvan verið nógv størri. Tað er langt síðani, at tvey lið, sum eru so langt frá hvørjum øðrum á stigatalvuni, møtast í finaluni.
-Vit vóru í steypafinaluni fyri 28 árum síðani (sum var fyrstu ferð í søgu felagsins), meðan HB hevur verið í 28 finalum tilsamans. Tað sigur alt, hvussu stórir favorittar HB eru í morgin. Vit hava tí einki at tapa, men alt at vinna.
Tað er blivin ein siðvenja seinastu árini, at feløgini gera nógv burturúr, áðrenn sjálva finaluna. Og hjá B68 er einki undantak.
-Her hava vit hita upp alla vikuna, við øllum møguligum ymiskum. Í morgun hevur t.d. verið B68-kaffi á Svangaskarið, nakað sum vit hava hvønn fríggjamorgun. Men í morgun vóru nógv fleiri enn vanligt møtt upp. Tað var sera stuttligt at síggja. Har vóru bæði ung, gomul og alt har mitt í millum. Og við góðum tónleiki frá Magna Christiansen.
-Eisini skilji eg á lagnum, at rekkjukoyring verður fyriskipað í morgin.
Borgarstjórin, hóast mótstøðan er møtimikil, so er hann bjartskygdur og vónar at lið hansara kann gera tað óvæntaða.
-Eg trúgvi uppá eitt gott úrslit. Hvat tað verður veit eg ikki, men vóni bert, at vit koma heim við steypinum aftur gjøgnum Eysturoyaretunnlinum, sigur Súni at enda.
