Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.10.2023 10:54

Hvat er endamálið??

Mynd: Eyðstein Zachariasen

Lesarabræv/ Eyðstein Zachariasen 

Aftaná fleiri mánaðir av óvissu um fiskivinnusamstarvið við Russland, ið enn ikki er avgreitt, er tað skelkandi at síggja myndina av føroyska landsstýrismanninum í uttanríkis og vinnumálum saman við umboði fyri kinesiska uttanríkisráðið. Niðurstøðan eftir vitjanina er, at Føroyar og Kina betra marknaðaratgongdina og styrkja búskaparliga samstarvið.

Persónliga haldi eg tað vera gott, at vit sum samfelag framhaldandi arbeiða fyri at betra um marknaðaratgongdina við útlond, til tess at vaksa um okkara egna búskap. Búskapurin fíggjar jú vælferðina í okkara landi.

Taka vit fiskivinnusamstarvið við Russland, so ynskir samgongan at gera tað beint øvugta. At kvetta alla marknaðaratgongdina, avleidda virksemið av fiskivinnusamstarvinum og har við minka munandi um føroyska búskapin, ið er grundarlagið undir okkara vælferð.

Ofta verður tosað um tey føroysku skipini og manningarnar, ið fiska í Barentshavinum, men fiskivinnusamstarvið við Russland er nógv meira enn bara tað. Vit kunnu taka havnastongsulin sum eitt dømi. Hvønn mun ger tað fyri Russland, um teir ikki kunnu umskipa við kai í Føroyum? Nú gera teir tað úti á opnum havi við null eftirliti. Tað, sum vit í Føroyum standa eftir við er, at vinnulívið á landi, ið fyrr hevur havt stórt virksemi í sambandi við russisk fiskiskip hevur lutvíst, og í nøkrum førum totalt mist grundarlagið undir sínum virksemi.

Men hvat er tað veruliga, ið samgongan so ynskir at uppnáa við hesi tráanini eftir at straffa føroyska vinnulívið?

Um man ynskti at straffa Russland fyri teirra ræðuleikar í Ukraina, so fekk man so nógv virðir burtur úr Russlandi sum gjørligt og lat einar 50-100 milliónir til Ukraina, ið veruliga munaðu, men tað gera vit ikki. Aftaná fiskivinnusamstarvið við Russland væntandi endar, fáa vit NULL krónur úr Russlandi og stuðla Ukraina við 7 milliónum.

Samgongan vil vera við, at vit eiga at vísa okkara fulla stuðul til Ukraina, men gera vit veruliga tað við at lata 7 milliónir í stuðuli, samstundis sum vit ynskja at økja um marknaðaratgongd og samstarv við Kina? Tað meti eg ikki, men tað kann tú sum lesari meta um.

Lat ongan iva vera um, at ræðuleikarnir í Ukraina eru forferdiligir, og vit eiga at veita Ukraina nógv, nógv størri fíggjarligan stuðul enn vit gera í dag. Men orð eru orð. Tey fíggja einki kríggj, vápn ella hús fyri Ukraina. Tey fíggja onga uppbygging ella mótstøðu hjá Ukraina. Her má veruligur stuðul til.

Samgongan sigur seg ynskja at hjálpa øllum, serliga teimum veiku. Øll skulu hava tað gott, men tey á serbreytini missa studning, tey ungu ið hava tørv á sálarhjálp missa ókeypis sálarhjálp, tí hon kostar meira enn væntað, tey hava torført við at fáa styttri arbeiðsviku, tey gera at eini 400 starvsfólk helst missa arbeiðið inni á Glyvrum, 250 fiskifólk missa arbeiðið í Barentshavinum umframt nógv arbeiðspláss á landi, ið hava grundarlag fyri sínum virksemi orsaka av Russiska fiskivinnusamstarvinum.

Við hesum fer sitandi samgonga í longdini fer at minka so nógv um okkara búskap, at antin verður ikki pláss fyri studningi til tey á serbreytini, ókeypis sálarhjálp til ung, styttri arbeiðsviku, bíligari bústaðir, stuðul til grøna orkuskiftið osv, ella fer landið so illani fíggjarliga sum okkara yngra ættarlið aldrin hevur upplivað áður. Standið tá og tosið um moral og etikk. Tá vit ikki megna at fíggja okkara egna, og so slett ikki eina møguliga loysing.

Tí standi eg spyrjandi eftir vitjanina hjá Høgna í Kina. Hvat er endamálið at slíta við Russland, men knýta við Kina, tá hesi bæði arbeiða so tætt saman og hava víst sín fulla stuðul til hvønn annan?

Nei, latið okkum búskaparliga fáa so nógv burtur úr marknaðaratgongd við onnur lond sum vit kunnu, so vit kunnu veita so stóran stuðul til Ukraina sum gjørligt, og framhaldandi tryggja vælferðina hjá okkum í Føroyum og okkara veikastu.

Gott í tykkum – Aksel, Høgni, Ruth, Dennis og restin av samgonguni – áheitanin hagani skal ljóða: Farið til samráðingarborðið og fáið fiskivinnusamstarvið við Russland longt, so vit framhaldandi hava fíggjarligt grundarlag undir okkara stuðuli til Ukraina og egnari vælferð.