Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.10.2023 16:14

Sjálvstøðugar Føroyar – nógv fleiri “ja” enn “nei

Tjóðveldi

800 føroyingar vórðu við í Spyr-kanning  21. september, sum setti spurningin: 

«Tekur tú undir við, at Føroyar skulu vera sjálvstøðugt land?»

Svar-bólkarnir vóru tríggir – «ja», «nei» og «eg veit ikki.» 

Nógv størstur av hesum var bókurin sum segði «ja».  

48,5 prosent av teimum spurdu svaraðu «ja», at tey taka undir við, at Føroyar skulu vera eitt sjálvstøðugt land. 

Minni enn ein triðingur av teimum spurdu svaraðu «nei» –  32,25 prosent. 

Tey góðu 19 prosentini harímillum svaraðu «veit ikki.»

Av teimum, sum søgdu nei, vóru eitt sindur fleiri eldri og færri ung. Millum ung vóru 30 prosent, sum svaraðu nei. Greiðasta «ja» fekst í høvuðsstaðarøkinum, har 53,5 prosent søgdu ja til sjálvstøðugar Føroyar og bert 26 prosent søgdu nei.