Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.07.2023 16:13

Jóan Símun Edmundsson ávegis til Breiðablik?

Mynd: alliance/dpa

Íslendskir miðlar vita at siga, at føroyski landsliðsleikarin Jóan Símun Edmundsson er ávegis til meistararnar Breiðablik í Íslandi, sum eisini hevur føroyingarnar Klæmint A. Olsen og Patrik Johannesen í hópinum. Enn er tó eingin sáttmáli undirskrivaður ella nøkur almenn útmelding komin um skiftið.

Jóan Símun er 32 ára gamal og er nú sáttmálaleysur eftir at sáttmálin hjá honum við belgiska felagið SK Beveren gekk út fyrr í summar.

Hann hevur áður umboða hesi feløguni uttanlanda; Newcastle United, Gateshead, Viking, Fredericia, Vejle Boldklub, OB Armenia Bielfeld og seinast SK Beveren. Eisini hevur hann umboða B68, HB, og AB í Føroyum.