Lesarabræv/ Bárður á Lakjuni
Javnan – og ikki minst seinastu tíðina – hava fleiri foreldur at børnum, ið bera brek og hava serligan tørv, alment víst á, at børn teirra detta niðurímillum skipanir og lógir. Avleiðingarnar eru, at tað darvar og eisini beinleiðis gongur út yvir menningarmøguleikarnar hjá børnunum, umframt at tað elvir til ørkymlan og stúran hjá foreldrunum og familjuni allari.
Í 2009 samtykti Løgtingið, at Brekrættindasáttmálin skuldi vera galdandi í Føroyum. Tað vil siga, at føroyskir myndugleikar hava bundið seg til at virka fyri, verja og fremja rættindi teirra, ið bera brek. MEGD vísir á, at framvegis mangla stórir partar av sáttmálanum at verða framdir yvirhøvur, og haraftrat kann verandi støða vera sera ójøvn alt eftir hvar í landinum, tú býrt. Innan lógina um dagstovnar og dagrøkt er tað eitt nú rættiliga ymiskt, hvussu kommunurnar – ið hava sjálvræði á hesum øki – bjóða tilboð og tænastur til teirra við serligum tørvi. Summastaðni eru fá ella eingi tilboð, meðan aðrar kommunur fevna breitt og hava nógv at bjóða. Eingin áseting er í dagstovnalógini, sum tryggjar børnum tilboð í eitt nú frítíðarskúla, tá fólkaskúlin er í summafrí. Hetta rakar børn við serligum tørvi og foreldrini sera meint, tí tíðarskeiðið uttan eitt tílíkt tilboð er alt ov drúgt. Týdningurin av einum væl skipaðum gerandisdegi er grundleggjandi og alneyðugur fyri menningarmøguleikarnar hjá hesum børnum.
Rættindi, sum eru fevnd av Brekrættindasáttmálanum, verða ikki fylgd, tí tey eru ikki fevnd av lógini, og tað ber rætt og slætt ikki til – ikki minst tá talan er um okkara mest viðbreknu borgarar og avvarðandi teirra. Løgtingið hevur fyri nógvum árum síðani samtykt sáttmálan, og tað er alneyðugt at fáa sett ferð á eitt miðvíst arbeiði, har málið skal vera at fremja lyfti í lóg.
Eg fari eg at spyrja avvarandi landstýrismann um hesi átrokandi viðurskifti so skjótt, Løgtingið kemur saman aftur eftir summarfrítíðina.
Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður
