Hanna Jensen – røða, nú Monika Stauss Joensen fer úr starvinum í tónlistaskúlanum.
Tilflytarar bera okkum seg sjálvan og alla ta mentan, sum tey bera í barmi. Tilflytarar ríka okkara samfelag á so mangan hátt.
Monika er tilflytari. Monika hevur búð í Leirvík, síðani hon sum ung valdi at flyta higar, tí hon hevði møtt Ingvardi.
Monika hevur frá fyrsta degi verið virkin í bygdini og landinum, sum hon kom til. Hon er kreativ sum heild og hevur listaútbúgving omaná – innanfyri tað musiska. Og øllum hesum hava vit bæði lokalt og um alt landið notið gott av.
Ja, Monika er okkara musa, sum kom inn á okkara veg við sínum serstøku gávum, sum hon frá barni hevur ment – talentinar hon fekk at nýta. Eins og hin leiðandi musan Kalliope, sum serliga verður sett í samband við streingjaleik, men stýrir øllum virkseminum hjá musunum, so hevur hon tó ferðast í einum tvørlistarligum heimi og sett nógv ymiskt í gongd ella hevur havt eina virkna hond saman við øðrum.
Eg minnist, at hon gjørdi uppgávur fyri Sjónvarp Føroya til barnasendingar tíðliga í tíðini, sum var hon sjálv musan Polyhymnia við síni pantomime.
Í bygdini hevur hon kveikt mong við sínum umhugsnu, uggandi og gleðandi heilsanum, sum eru komnar á gátt sum bakstur, sum kort við einum boðskapi, sum smáar serstakar gávur frá heimlandi hennara – nakað sum musan Urania við sínum lærandi yrkingum – Ikki bara í bygdini men eisini til ymisk kring landið er hon komin við sínum gávum og við tí góða orðinum.
Og nú eg júst havi gingið ígjøgnum allar mínar bøkur, so hevði eg á hondum ikki færri enn tríggjar bøkur, sum Monika hevur givið út: “Edelweiss og Sólarkaffi” og “Bartal og Bjarni”, sum eru bøkur við kreativa vinklinum og við heimlandi og nýggja landi hennara sum palli– ein til børn og ein meira til vaksin; og so bókina “Víst megnar tú tað”, sum er um lívið sum virkin kvinna í einum samfelagi sum okkara, sum Monika hevur týtt úr týskum. Nakað sum tann vituga musan Kleio, sum ber søguna við sær. (Harafturat hevur hon givið út bókina “Av Matterhorn í Leirvíkstún”).
Men serliga var tað tó við violinini, vit minnast Moniku frá fyrsta degi. Tí hon hevur spælt til sólarkaffi, til møtir, til fundir og tiltøk og hevur hildið konsertir, oftast saman við góðum starvsfeløgum á klaveri ella gittari. Og eisini saman við ungfólki, sum hon hevur kveikt. Tað virksemi, eg her sipi til, liggur alt uttanfyri tónlistaskúlan. Og eg má ikki gloyma allar tær brúðarvígslur, hon hevur kryddað og allar tær jarðarferðir, sum hon hevur linnað við violinini.
Eg kann sum barn og ung í Leirvík takka Moniku fyri tann serstaka og vakra estetiskt musiska leiklut, hon hevur havt fyri okkum øll her á staðnum í so langa tíð, ja líka síðani eg sjálv flutti til Leirvíkar.
—
Sum býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Mentanarnevndini kann eg á serstakan hátt takka Moniku fyri tað trúgva og drúgva arbeiði, hon hevur gjørt millum næmingarnar í Tónlistaskúlanum í Eysturkommunu øll hesi ár – fyrst í Leirvíkar musikkskúla og síðani tí í samanlagda, tá Gøtu kommuna og Leirvíkar kommuna løgdu saman 1. januar í 2009.
Monika hevur undirvíst í Leirvík øll árini, og tað er ein stór gleði, at hon hevur verið so støðuføst og nær. Harafturat hevur hon undirvíst í Gøtu og aðrastaðni við. Hon kennir hvønn krók í skúlanum her í Leirvík, tí tað er so ymiskt, hvar tímarnir hjá tónlistalærarum verða hildnir, alt eftir virkseminum í skúlanum, og alt eftir hvussu skúlin hevur verið háttaður øll hesi ár. Tí vit hava í okkara kommunu ikki serstøk høli til Tónlistaskúlan (enn). Monika hevur dugað væl at navigera í hesi skipan og hevur lagað sítt virksemi eftir umstøðunum. Eisini hevur hon havt undirvísing heima. Og alt tað, sum hon hevur sáað, sleppa bæði hon og vit øll sum samfelag at heysta, og hava longu notið nógv gott av øllum teimum, sum Monika hevur havt til næmingar, sum virka runt á okkara skúlum og í samfelagnum sum heild.
Og tá so vit møta til konsert hjá Føroya Symfoniorkestri ella síggja t.d. nýggjárskonsertina í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, so síggja vit altíð okkara Moniku á sínum fasta sæti millum strúkararnar. Og ein skal ikki undirmeta ta fyrimynd, sum Monika hevur verið fyri børn og ung, sum hava havt alsk til tónleikin. Løtt upp á sporið, føgur sum fáar, leikar hon lætt og stimbrar til solospæl, samanspæl, spælir undir til sang og venur tey ungu tíðliga og seint, alt árið, og skipar saman við lokala leiðaranum konsertir og mennir støðugt eina tónleikamentan og konsertmentan her á staðnum.
Vit kunnu eisini staðfesta, at Monika hevur havt hugnaligar og góðar jólakonsertir á Báta- og Listasavninum í mong ár, og har koma fleiri av áhugamálum hennara saman, tá allir sansir verða forkelaðir, tá vit kenna angan av serstøkum heimabakstri, sum vit smakka, aftaná at hava hoyrt eina altíð sera hugtakandi skrá.
Ja, Monika er okkara musa og sameinir sítt professionella lív við okkara felagslív her á staðnum og í kommununi. Hon virkar á øllum okkara mentanarpallum og í øllum okkara mentanarhúsum. Hon hevur megnað at finna ta sera neyvu javnvágina millum sín uppruna og sína nýggju verð, har tað skapandi gjørdist línan, hon dansaði á, eggin, hon ferðaðist á.
Góða Monika, vit siga tær takk fyri, at tú gavst okkum teg sjálva og alt, tú bert við tær. Takk fyri tónleikin, takk fyri violinina og allar teir listarliga tættir, tú legði afturat.
Eg ynski tær eina ríka og vakra framtíð saman við tínum kæru – eg veit, at tær tróta ikki hugskot og verkætlanir til at ríka tíni kæru, bygdafólkið, allan felagsskapin og okkara land.
Takk!