Dagar og nøvn í álmanakkanum
Dionysius, doyði umleið 258. Varð vígdur til biskup av pávanum Fabiani og fór til Fraklands sum trúboðari. Varð saman við tveimum øðrum hálshøgdur á tí staðnum, sum nú eitur Montmartre, ið merkir martýrfjallið. Best kenda halgisøgan um Dionysius er, at hann eftir at vera hálshøgdur sjálvur bar høvd sítt til tann staðin, hann vildi verða grivin. Har varð kirkjan St. Denis bygd.
Simon av Skarði doyði 1942.
Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð