Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.03.2026 09:19

9 Heiðursmerkir til Hwarang Føroyar í Esbjerg +Cup í vikuskiftinum

Tíðindaskriv

11 taekwondo kemparar frá Hwarang Føroyar eru farin til Esbjerg +Cup í vikuskiftinum 27.feb – 1.mars. Esbjerg +Cup hevði 450 luttakarir og er ein stór kapping fyri nýggjar íðkarar og sera nógv stór talentir innan Taekwondo. Okkara kemparnir hava klára seg ógvuliga væl og hesi vóru úrslitini:

  • Prashim Khadka, -58kg Senior A – Gull
  • Jerrold Balagasay,-45kg Junior A – Gull
  • Jónar K. Poulsen,-41kg Kadet A – Gull
  • Natanael Hansen,-45kg Kadet B – Gull

  • Klara D. Hammer, -53kg A senior – Silvur
  • Stefan J. Mifsud,-48kg Junior A – Silvur
  • Savior Mifsud, -74kg Senior B – Silvur
  • Ássvein Mikkelsen, 87kg Veteran B – Silvur

  • Ádam Højgaard,-37kg Kadet B – Bronsu

Esbjerg +Cup er ein góð fyrireikingar kapping hjá fleiri av føroysku taekwondo íðkarunum.

Taekwondo kemparnir hava einar 7 altjóða kapping rundt í Europa í 2026. Spennandi verður at síggja føroyskt taekwondo á hægsta altjóði stigi og vónandi kunna tey markera seg við góðan úrslitum.