Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.09.2022 07:51

8 tikin í Eysturoy fyri at tosa í fartelefon

Mynd: Savnsmynd

Í gjár var løgreglan úti og gjørdi kanningar ymsastaðni í Eysturoynni.

Heili átta ferðir vóru bilar steðgaðir av løgregluni, av tí orsøk at tosa var í fartelefon. Hetta fáa teir eina bót á 1.000 kr fyri.

Í morgun sigur løgreglan, at tey fingu boð um at ein tekja á einum hjalli í Eysturkommunu var um at ríva. Boð vóru tí givin sløkkiliðnum í Eysturkommunu, sum fekk surrað so mikið, at tað ikki var vandi á ferð.