Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.09.2026 08:26

8. september: Mariumessa um heystið

Dagar og nøvn í álmanakkanum

Mariumessa um heystið. Hildin sum føðingardagur Mariu.

Tað var pávin Sergius, sum gav boð um, at dagurin alment skuldi verða hildin henda dagin, men annars hevði hann verið hildin í øldir í Eysturlondum. Eftir søguni er føðingarstaður Mariu beint innan fyri tað núverandi Mariuportur í Jerúsalem. Í evangelisku frásøgnunum er einki at finna um føðing hennara, men søgurnar um foreldur hennara, Joakim og Onnu og dóttur teirra og føðing hennara eru at finna í tí apokrýfa evangeliinum, sum ber navn av Jákupi, og sum er frá umleið ár 150.

Her kann tað verða lagt afturat, at bara hjá tveimum av øllum halgum monnum og kvinnum eru føðingardagarnir nevndir og hildnir, hjá Jóhannesi doyparanum, jóansøkudagur og moynni Mariu. Annars eru halgimennini bara heiðrað við at minnast deyðadagar teirra. Henda mariumessa, 8. september, er tann, sum í gomlum donskum kalendarum og sálmabókum verður nevndur Vor Frue Dag om Høsten – á føroyskum mariumessa um heystið.

Dagurin er dýrladagur. Tríggir dagar um heystið verða nevndir dýrladagar. Teir eru mariumessa 8. september, mikkjalsmessa 29. september og allahalgunnadagur 1. november. Tá var okkurt serstakt havt til matna, helst av seyði, og dýrkur var tann matur róptur, sum etin varð.

Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð