Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.07.2026 08:00

8. juli: Ketil biskupur

Mynd: Ketil biskupur (vitlíki)

Dagar og nøvn í álmanakkanum

Ketil biskupur. Hesin biskupurin í Wurzburg í Týslandi var ættaður úr Skotlandi. Sankta Kilian, sum hann varð róptur, varð saman við feløgum sínum Totnan og Kolonat tikin av døgum í árinum 689. Hann hevði umvent hertugan har á staðnum og yvirtalað hann til at lata seg skilja frá konuni, ið var einkja eftir bróðir hansara. Í øði læt konan hann og felagar hansara taka av døgum. Kilian varð seinni skírdur halgimenni, og ein eftirmaður hansara sum biskupur í Wurzburg læt bein hansara leggja í halgiskrín 8. juli 752.

Seljumannamessa er eisini 8. juli.

Kelda: Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð