Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.12.2025 14:23

7 x “Liljan Weihe” og ein lygn

Lesarabræv

Sjey ferðir nevndi løgmaður meg við navni í samrøðu við Dag & Viku fríggjakvøldið.

Sjey ferðir uppá 6 minuttir og 20 sekund – og so boðaði hann eisini Føroya fólki frá, at eg als ikki taki undir við Suðuroyartunlinum. Tað er beinleiðis ósatt!

Eg taki sjálvsagt undir við at binda landið hjá okkum saman. Eg havi ongantíð sagt annað. Men tað er eisini ein spurningur um pengar, trygd og avleiðingar.

Vit hava skyldu tíl at velja bestu farleiðina, tá talan er um Føroya størstu íløgu, heimsins dýrastu per íbúgva! So ja, eg verði skeptisk, tá tunnilin skal kroystast ígjøgnum uttan neyðugar kanningar og gjøgnumskygni.

Málið um Suðuroyartunnilin er ikki nóg væl lýst. Tað er ikki nakað eg finni uppá. Tað er fakta. Tað vísa óteljandi hoyringarskriv á, um man ómakar sær at lesa tey. Eg kann nevna: Landsverk, Búnaðarstovan, Landsbankin, Umhvørvisstovan, náttúrufelagsskapir, Vinnuhúsið og kommunur á Sandoy.

KIPPA SONGFUGLIN

Endamálið hjá løgmanni var helst ikki at siga sannleikan, men heldur at skapa eina imynd av mær sum eitt óargadýr ella klandursvætti, sum ikki skal takast fyri fult.

Tað var tí serliga áhugavert at lurta eftir Vikuni á skák leygardagin, har Armgarð Arge hugleiddi um talu- og meiningarfrælsi og fólkaræði.

“Skjótt er at fara eftir menniskjanum heldur enn bóltinum. Og við hetta lag, so ferst okkara demokrati, tí fólk tora als ikki at siga sína meining, tí skjótt er at fara eftir teimum, so best man vera at tiga og so avlagast alt prátið.”

Tað er ikki óargaligt at seta spurnartekin við linjuføringina.

Tað er ikki frekt at vísa á, at neyðugar kanningar ikki eru gjørdar.

Tað er ikki illoyalt at vísa á, at málið ikki er búgvið til støðutakan.

Tað er sunnur fornuftur!

Liljan Weihe

Løgtingskvinna, Tjóðveldi