Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.05.2025 06:56

65 granskarar á arktiskari verkstovu á Setrinum

Mynd: Fróðskaparsetur Føroya

Fróðskaparsetur Føroya

Stór vísindalig verkstova byrjaði í morgun á Fróðskaparsetri Føroya undir yvirskriftini “Arktisk vísindi í verki”

Umleið 65 granskarar úr Føroyum, Grønlandi og Danmark eru í dag og í morgin savnaðir á verkstovu á Frælsinum í Havn, har Fróðskaparsetur Føroya er vertur.

Carina Ren frá universitetinum í Ålborg er leiðari á Arctic AAU 

Endamálið við verkstovuni er at menna tvørfakliga gransking og samstarv.

Á skránni eru framløgur, orðaskifti og bólkaarbeiði, og eisini fara granskararnir at vitja Bakkafrost á Glyvrum, SEV í Húsahaga og radaran á Sornfelli.

Mette Abildgaard er lektari í arktiskum tøknivísindum. Í morgun segði hon frá granskingarverkætlanini DigiBreak, sum Carlsberggrunnurin hevur fíggjað. Hesa myndina hevur hon tikið av fylgisveinastøðini í Qaanaaq í Grønlandi

Í morgin verður somuleiðis panelorðaskifti við umboðum frá Danmarks Frie Forskningsfond og Granskingarráðunum í Føroyum og Grønlandi, har tey fara at tosa um fígging av granskingini, sum tørvur er á.

Fyriskipararnir siga um verkstovuna, at avbjóðingarnar í Arktis krevja, at vit finna nýggjar leiðir at skipa og samstarva um gransking og undirvísing, og at denturin á verkstovuni verður lagdur á hetta.

Martin Tvede Zachariasen, rektari, segði  í vælkomurøðu sínari m.a., at vit í Føroyum hava ogva gransking, sum er sera viðkomandi í arktiskum høpi:

– Vit kanna, hvussu tilflytarar verða integreraðir í føroyska samfelagið, m.a. hvussu teir brúka føroyskt mál. Er tað lætt hjá innflytarum at gerast partur av føroyska samfelagnum? Stutta svarið er tíverri nei.

– Vit kanna tryggleika og geopolitikk í Norðuratlantshavi. Sum tit vita, hava stórveldi sum USA, Russland og Kina stóran áhuga í Arktis. Er tað lætt hjá Føroyum at finna javnvágina millum geopolitisk áhugamál og vinnulig áhugamál – eitt nú við fiskivinnuni og alivinnuni? Stutta svarið er avgjørt nei.

– Vit granska í søgu og fornfrøði í Føroyum. Vita vit, nær landnám var á fyrsta sinni her? Vit hava nøkur svar, men dagføringar koma javnan. Tá eg var barn, lærdu vit, at fyrstu fólkini helst komu higar um ár 700–800, men nú bendir nógv á, at tað var longu áðrenn ár 300. Nútímans DNA-tøkni hjálpir okkum við hesum.

– Vit granska eisini í umhvørvinum í luftini, á landi og í sjónum. Tit fara at síggja fleiri dømi um hetta á verkstovuni. Vit halda, at Føroyar eru sera væl egnaðar sum pallur fyri arktiska gransking. Landið er lætt at koma til, og vit hava eitt infrakervi á heimsstigi.

– Hjartaliga vælkomin, øll somul. Eg vóni, at tit fara at njóta verkstovuna her hjá okkum, segði Martin Tvede Zachariasen.

Øll skráin fyri verkstovuna sæst her.

Tað er eyðsæð, at Arktis stendur ovalaga á breddanum bæði so og so. 

Í gjár yvirtók Grønland saman við Føroyum og Danmark formansskapin í Arktiska ráðnum fram til 2027. Á hesi myndini letur Espen Barth Eide, uttanríkisráðharri Noregs, Vivian Motzfeldt, sum er naalakkersuisoq í uttanríkismálum og gransking, súmbolska hamaran, sum merkir, at tað nú er Danmarkar kongsríkið, sum hevur formansskapin í Arktiska Ráðnum. 

Formliga semjan millum tey trý londini í ríkisfelagsskapinum er, at Grønland fær leiðandi leiklutin í Arktiska ráðnum, nevnt Senior Arctic Official Chair, Føroyar fáa varaforkvinnusessin, nevndur Deputy Senior Arctic Official Chair, meðan Danmark varðveitir leiklutin sum formaður fyri felags sendinevndina hjá ríkinum í Arktiska ráðnum.

Tað verður grønlendski embætismaðurin, Kenneth Høegh, sum er nýggjur arktiskur sendimaður fyri Danmark, ið skal standa á odda fyri dagliga arbeiðinum í Arktiska ráðnum, og Gunvør Balle, fakligur leiðari í Uttanríkistænastuni í Føroyum, verður varafólk. 

– Føroyski næstformanssessurin gevur Føroyum eitt gylt høvi til at varpa ljós á okkara leiklut í Arktis – serliga við okkara serkunnleika innan fyri gransking, ikki minst á havøkinum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum.