Eiðis kommuna
Fríggjadagin 31. oktober var hátíðardámur í Eiðis skúla í samband við at skúlin er vorin 60 ára gamal. Hátíðarhaldi byrjaði klokkan 10 við at Tom Joensen, skúlastjóri, bjóðaði vælkomin. Eftir hetta vóru fiskafrikadellur og epli á skránni. Epli høvdu næmingarnir sjálvir velt.
Jógvan í Skorini, borgarstjóri, segði nøkur orð og handaði næmingaráðnum eina gávu, ið skal koma øllum skúlanum til góðar.
Gávan var 7000 krónur. Næmingaráðið sleppur sjálvt at avgera hvat pengarnir skulu brúkast til.
Eftir døgurðan fóru næmingarnir í Kolshøll at hyggja eftir Ásbjørn Gyklaranum.










Myndir: Eiðis kommuna
