Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.09.2025 22:06

50 ára føðingardagur

Mynd: Eysturoyarportalurin

Hann er ein kend bygda-og býarmynd, bæði á Toftum og inni í Saltangará.

Richard Venzil Højgaard fyllir í dag 50 ár. Hann er føddur 2. september 1975.

Hann er einasta barn hjá Kristian Hendrik og Nicolinu av Regnavegi á Toftum.

Stóri føðingardagurin, har familja, vinir kenningar og bygdafólk eru samla, verður hildin í kvøld á Svangaskarði fyri uml 180 fólkum, har bæði røður, tónleikur og undirhald er á skránni fyri føðingardagsbarninum.

Richard er B68 viðhaldsmaður um ein háls og súkklar hann út á Svangaskarð nakrar ferðir um vikuna, har røkjur hann fastar uppgávur fyri felagið.

Og hann stendur eisini fyri at seta upp og taka niður hornafløggini til heimadystirnar hjá B68.

Ongantíð er nakar slingur í valsinum, siga tey sum kenna hann best.

Mong munnu kenna hann frá tíðini, tá ið hann í sínum eyðkenda gula vesti og kaskett á høvdinum, í nógv ár hjálpti løgregluni at parkera mongu bilarnar til landsdystir á Svangaskarði.

Í Saltangará er hann eisini ofta at síggja, har hann seinastu uml. 20 árini hevur arbeitt á Verkhúsið Stíggjur.

Hann er í dag búsetandi í Runavík.

Eysturoyarportalurin ynskir honum hjartaliga tillukku við stóra degnum.