Eyp grein
–Eg eri altíð her, sigur ein flennandi stjóri, nú vit hava sett henni stevnu á Húsgarði 3 í Syðrugøtu, hendan vakra men kalda vetrardagin í novembur.
Og tað kann hon eisini av røttum siga.
Orsøkin er ikki hvør sum helst, nú vit eru farin á gátt hjá henni.
Ein merkisdagur fór fram við í húsinum fyrr í summar. Men av persónligum orsøkum varð ongantíð gjørt nakað serligt burturúr.
Tí tann 1. juli í ár kundi Sonja á Líðarenda nevniliga hátíðarhalda heili 50 ár á sama arbeiðsplássi. Nakað sum ikki er so vanligt at síggja nú á døgum.

50 ár á Estra
Men sum so mangt annað her í lívinum, so varð tað kanska meira av tilvild at hon endaði har sum hon nú endaði.
–Eg arbeiddi í handlinum hjá Mary í Norðragøtu , men ætlaði at royna okkurt annað. So eg spurdi Stig Rasmussen, sum átti prentsmiðjuna Estra, um arbeiði. Hann segði, at tað kundi eg gott fáa, men treytin var, so at eg skuldi í læru á Estra. Og so bleiv, sigur Sonja.
Og gjørdist hon eisini fyrsti útlærdi kvinnuligi setari í Føroyum.
Og í dag er hon er blivin ein sonn bygdarmynd, um hon vil tað ella ei. Tí um tú, antin við bili ella til gongu, leggur leiðina framvið Estra, so hevur tú óiva sæð hana sitið í stjórastólinum innanfyri stóru glasrútarnar.
-Hetta er eitt stað og eitt økið sum eg kenni væl. Nógv av familjuni hjá mær eru jú úr Syðrugøtu og her havi eg nógv barnaspor runt í bygdini.
Og sleit hon sínar barnaskógvar í bygdini, sum seinni bleiv hennara lívs arbeiðspláss, hóast hon búði í Norðragøtu.
At arbeiða og trívast á sama stað og á sama arbeiðsplássi í so nógv ár, eru tað ikki mong sum kunnu breggjað sær av. Men hetta er tað sum norðragøtukvinnan, við nógvu ættarfjarðunum úr Syðrugøtu, hevur megnað.
Alt byrjaði á sumri í 1975. Ein tíð, tá ið Syðrugøta var mest kend fyri sítt fiskavirksemið, bæði á sjógvi og landið. Úr hesum er Sonja eisini sprottin og uppvaksin, og arbeiddi hon eisini nógv sild í sínum ungu døgum.
-Sum sagt, valdi eg at fara í læru á Estra í 1975. Hetta var ein prentsmiðja, sum Stig Rasmussen og konan Ása (fødd Gregersen) høvdu stovnað afturi í 1965. Hetta var nakað heilt øðrvísi og spennandi enn vit vóru von við her í Gøtu tá í tíðini.
Estra byrjaði sítt virksemið undir sera smáligum og trongum viðurskiftum á loftinum í Gamla pakkhúsinum úti í Grógv í Syðrugøtu, sum hevði verið brúkt til fiskivirksemið. Har varð húsast inntil flutt varð inn í núverandi hølir, á Mýruni, oman fyri Sandin í Syðrugøtu, á heystið í 1967.

–Her á prentsmiðjuni á Estra, hevur og verður alt hugsandi prentarbeiðið gjørt. Millum annað lutaseðlar, bøkur, plakatir, rokningar, brævbjálvar, jólakort og jólakalendarar. Bara fyri at nevna nøkur dømir. Men tað sigur seg sjálvt, at nógv av hesum er minka ella mest sum burtur í dag og hevur tað verið ein stór kollvelting at verið vitni til, sigur Sonja, sum hevur upplivað hesa kollvelting seinastu 50 árini.
Í 1984 hendi tað, at Ása, fastur Sonju og kona Stig, gjørdist sjúk og noyddist at gevast at arbeiðið á Estra.
–Hetta førdi við sær at Stig fór meira at taka sær av Ásu og tískil var hann minni og minni her á prentsmiðjuni og í teimum dagligu avgerðunum sum skuldu takast.
Ása hevði tá síðani byrjanina, staðið fyri øllum tí fíggjarliga- og skrivstovuarbeiðinum á prentsmiðjuni.
–Tað var tá, at eg mest sum tók yvir nógv av arbeiðinum her á skrivstovuni, sigur hon.
Og hevur Sonja drivið fyritøkuna mest sum líka síðani og upp til dagin í dag uttan íhald.
–Í dag eri eg, saman við Gunvá við Keldu, ein av tveimum stjorum í fyritøkuni Estra Vasti, sigur Sonja.
Í 1994, mitt í krepputíðini, yvirtóku Sonja og Kristoffur Laksá fyritøkuna frá Stig. Eftir tað, kom Gunvá við Keldu upp í fyritøkuna í 2005, tá ið Estra keypti lýsingafyritøkuna Vasti í Klaksvík, og løgdu fyritøkurnar saman.
Nakað eftir hetta, valdi so Kristoffur Laksá at fara burtur úr, og eru sostatt Sonja og Gunvá stjórar í dag. Samstundis sum tær eisini eru partaeigarar á Estra Vasti saman við Signar í Homrum, Jónreid Dalheim og Jastrid S. Gullaksen.
–Tað má sigast, at nógv er hent síðani bæði Estra byrjaði í 1965 og tá ið eg byrjaði í 1975. Frá tí at alt skuldi setast upp við hond, og fleiri fólk máttu til fyri at gera hetta arbeiðið. Til í dag, har nógv er gjørt talgilt og bert við at trýsta á ein knøtt.
-Fyrr varð ofta arbeitt í vaktum og seint út á kvøldið fyri at kunna klára allar freistir og ordrar. Serliga fram til jólar varð sera nógv at gera og var rokan í fjørðini her í húsinum, sigur Sonja við einum brosið.

Lagnan rakti hart
Og tá ið ein hevur arbeitt so leingi á sama arbeiðsplássið, so kemst ikki uttanum, at nógv persónlig ting eru flættað uppí so ella so. Og soleiðis er eisini hjá Sonju.
Hon hevur átt øll trý børnini meðan hon hevur arbeitt á Estra. Og eru øll mest sum uppvaksin í fyritøkuni og hava fingið Estra inn gjøgnum móðurmjólkina.
-Fyrsta barnið fekk eg í lærutíðuni, uttan nakað sum at barsil ella líknandi, sigur hon flennandi og mest sum ikki skilir hvussu hon fekk alt at hanga saman tá. Eg hevði eina mammu ið ikki arbeiddi úti, uttan hana hevði tað ikki lati seg gjørt.
Men tað sum í ár skuldi gerast eitt spennandi summar hjá henni og familjuni, nú hesi 50 árini skuldu hátíðarhaldast, bleiv tíverri ikki so.
Tí í mai í ár broyttist lívið grundleggjandi hjá Sonju og børnunum, tá ið Niklas á Líðarenda, maður Sonju, andaðist eftir stutta sjúkralegu.
-Tað var svárt og hart. Dagligdagurin hevur heldur ikki verið tann sami síðani tá, sigur Sonja.
–Saknurin er stórur, og er tað tómligt at koma heim eftir ein arbeiðsdag. Serliga eru tað fríggjakvøld, tá ið arbeiðsvikan er av, og húsini standa tóm at koma heim til, sum eru tung at koma í gjøgnum, sigur hon kensluborin á málinum.
–Hóast hetta, so heldur lívið rundanum teg fram við somu fullari ferð sum áður, sigur hon.
Arbeitt í túninum hjá forfedrunum
Sonja er fødd í 1957. Hon er dóttir Per og Berlinu Gregersen, og er ein av fýra systkinum, har hon er einsamøll systir millum tríggjar beiggjar. Beiggarnir eru allir kendir, so ella so, innan fótbóltin, vinnulívið og miðlaheimin.
Hon og maðurin Niklas á Líðarenda giftust í 1982 og fingu tey trý børn – Poulu, Barbaru og Jan. Tey fluttu inn í nýbygdu húsini við Ánna í 1984, har hon er búsetandi enn í dag.
Fingist við bæði fótbólt og hondbólt
Hóast at hon hevur brúkt nógva tíð og nógvar tímar á arbeiðsplássinum, so hevur hon eisini havt tíð til ymiskt annað. Til dømis varð hon sera virkin í ítróttinum í Gøtu í fleiri ár.
Hon varð virkin í fótbóltinum í Gøtu, har hon sat nógv í nevnd. Og so sat hon eisini sum formaður í Gøtu Ítróttarfelag í eitt stutt tíðarskeið.
Hon varð eisini sera virkin í lokala hondbóltinum í Gøtu, har hon varð eitt av oddafólkunum í nógv ár og gjørdi eitt stórt arbeiði fyri hondbóltin í økinum, har hon m.a. ofta sat við klokkuna til bæði barna- og vaksmannadystir í høllini á Kambsdali.
Og samstundis sat hon eisini í nevndini í Hondbóltssamband Føroya í nógv ár, har hon m.a. var við til at skipað fyri NM í hondbólti í 1982, sum varð hildið í Føroyum.
-Nú er tað so ommuleikluturin sum fyllir allarmest hjá mær. Eg eigi 8 fitt ommubørn. So har fer sera nógv tíð saman við teimum. Og so eru tað tey nógvu ítróttartiltøkini sum tey ganga til, sum mær dámar sera væl at verða við og hyggja og stuðla teimum.
–So eg keði meg ongantíð, sigur hon at enda og er noydd at taka í móti einum kunda sum stendur og bíðar eftir henni í gongini.
Eysturoyarportalurin takkar fyri samrøðuna og ynskir henni hjartaliga tillukku við 50 árum á Estar Vasti.

