Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.12.2025 14:09

40 ára starvsdagur hjá P/F Petur Larsen

Mynd: P/F Petur Larsen

P/F Petur Larsen skrivar soleiðis um stóra dagin, nú Atli Larsen hevur 40 ára starvsdag hjá fyritøkuni í Fuglafirði:

Í dag hátíðarhalda vit ein heilt serligan starvsdag hjá einum heilt serligum manni – Atla Larsen, sum hevur starvast hjá Petur Larsen í 40 ár!

Hann er ein sonn eldsál og er ein týðandi partur av søguni hjá felagnum, sum hevur verið við á allari ferðini. Frá tí at vit vóru lítil fyritøka við stórum dreymum, til nú, har vit arbeiða á altjóða marknaðinum við stórum altjóða fyritøkum.

Áðrenn hann kom til okkara, hevði Atli longu roynt nógv – hann lærdi hjá Brøðrum Petersen, arbeiddi sum verkførari á Volvo-verkstaðnum, var maskinmaður á Handils- og Frystivirkinum, og varð “keyptur” aftur og aftur, tí hann altíð var ein, fólk vildu hava fatur í.

Vit vilja fegin takka tær, Atli, fyri títt trúfesti, arbeiðssemi og góða lag øll hesi árini. Tú hevur sett tíni spor – og tú setur framvegis dám á hvønn dag!

Hjartaliga tillukku við stóra degnum!