Tann 17. februar í 1986 byrjaði Eydna Feilberg á royndarstovuni á Havsbrún har hon var í nærum 20 ár. Síðani tók hon skrivstovuútbúgving og arbeiddi síðani á skrivstovuni á virkinum í nøkur ár.
Tá ið Bakkafrost so keypti Havsbrún bleiv ein nýggj kantina gjørd, og fekk hon tá í boði at reka hana, og hevur hon gjørt tað líka síðani fram til dagin í dag.
Og í dag, á sjálvum 40 ára degnum, varð nógv gjørt burturúr har bjóða varð rundstykkir, køkur og annað gott á kantinini, har Odd Eliasen eisini helt eina røðu og handaði henni blómur og ein vakran málning.
Eydna hevur arbeitt undir 4 stjórum, frá Andreas Lava Olsen, Ditlev Eldevig, Bergur Poulsen og nú Odd Eliasen.

