Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.09.2026 09:10

40 ár á Vinnuháskúlanum

Mynd: Vinnuháskúlin

Vinnuháskúlin

Fríggjadagin 28. august hátíðarhildu vit á Vinnuháskúlanum, at Andras Danielsen, lærari, fekk handað heiðurstekin úr silvuri frá Kongshúsinum fyri drúgva og trúgva tænastu.

Andras er føddur á Strondum í 1957. Eftir lokna skúlagongd fór hann til skips, tók studentsprógv í Hoydølum í 1976, læraraprógv í Havn í 1981 og skipsføraraprógv á Føroya Sjómansskúla í 1985. Eftir at hava siglt við farmaskipinum Helenu, tók hann við lærarastarvi á skúlanum 1. august 1986 — og hevur verið í fulltíðarstarvi her síðan.

Andras hevur undirvíst í flestu lærugreinum á navigatørsíðuni og er sterkur bæði málsliga, matematiskt og innan maritima lógar- og regluøkið.

Hann er sera avhildin millum næmingar og starvsfelagar. Andras dugir kynstrið at gera tað torskilda skilligt og greitt, og hann hevur ordan í tingunum — ikki minst á grønutalvuni, har alt er sett upp við so vakrari hondskrift, at man nærum ikki kemur sær at vaska talvuna reina aftaná.

Í hesum døgum verður nógv tosað um vitlíki og hvørja ávirkan tað fer at hava á skúlaverkið. Á Vinnuháskúlanum hava vit havt okkara egna maritima kjattbott, AD, í 40 ár — so vit eru væl fyrireikað.

Vit takka Andrasi fyri hesi 40 árini og fyri gott samstarv, og gleðast um, at hann framvegis er í fulltíðarstarvi á skúlanum og framvegis er hollur í ráðum.

Spjaldur