Eysturkommuna
𝐈́ 𝐚́𝐫 𝐞𝐫𝐮 𝟑𝟎𝟎 𝐚́𝐫 𝐬𝐢́ð𝐚𝐧𝐢 𝐩𝐨𝐤𝐮𝐫𝐧𝐚𝐫 𝐡𝐞𝐫𝐣𝐚ð𝐮 𝐢́ 𝐋𝐞𝐢𝐫𝐯𝐢́𝐤.
Í tí sambandi verða tvey tiltøk í Leirvík í vikuni.
𝐇𝐨́𝐬𝐤𝐯ø𝐥𝐝𝐢ð 𝟐𝟓. 𝐬𝐞𝐩𝐭𝐞𝐦𝐛𝐞𝐫 𝐤𝐥 𝟏𝟗.𝟑𝟎, verður tiltak í bygdarhúsinum.
Martin Fjallstein hevur hugleiðingar um lívskorini 1700–1730 og serliga um summarið 1725, tá pokurnar á hásumri herjaðu í bygdini.
Felgssangur: Vagn Foldbo við klaveri og Juel Høgnesen við harmoniku.
Tórhild Bjarkhamar syngur við undirspæli tveir gamlar sálmar.
Kaffi, te og okkurt søtt verður at fáa.
𝐋𝐞𝐲𝐠𝐚𝐫𝐝𝐚𝐠𝐢𝐧 𝟐𝟕. 𝐬𝐞𝐩𝐭𝐞𝐦𝐛𝐞𝐫 𝐤𝐥 𝟏𝟒, verður minnishald um pokurnar í Leirvík.
Per Martin Gregersen, borgarstjóri, avdúkar steinin við minnisplátuni um pokurnar í Leirvík. Steinurin stendur við trappuna niðan fyri krokkvøllin.
Felagssangur, og Jón Rói Høgnesen syngur ein kingosálm.
Gongutúrur: Eftir minnishaldið verður gongutúrur við Martini Fjallstein: Túrurin tekur áleið 1½-2 tímar. Prátað verður í útgerð, so tað hoyrist.